Frokost, møti og sunnudagsskúli.

Í morgin er Allahalganasunnudagur. Minningharhald teirra sjólátnu verður kl. 15.00 í Fríðrikskirkjuni, og kemur tað at ávirka møti og sunnudagsskúlan.

Vit byrja tó í morgin við frokost kl. 12.30. Vit hava í hvør sínum lagi, okkurt pállegg við, og missiónshúsið bjóðar breyð og kaffi/the.

Kl. 14.00 byrja sunnudagsskúlin og møti.
Sum vit hava gjørt tær síðstu ferðinar, tá ið vit hava haft frokost, so byrjar sunnudagsskúlin uppi í salinum, har vit syngja nakrar sangir saman, og so fara børnini í sunnudagsskúla.

Á sunnudagsskúlanum í morgin fara vit at hoyra um tað sum er okkum í væntu, sum trúgva á Jesus. Jesus sigur einaferð, at hann fer heim at gera ein bústað tilreiðar. Í Opinberingini, hoyra vit eisini um eina nýggja jørð. Tað koma vit at hoyra um á sunnudagsskúlanum í morgin.

Á møtinum koma vit at hoyra 2 vitnisburðar, og vit syngja saman.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til húsið.

Við tað at minningarhald er kl. 15.00 í Fríðrikiskirkjuni, verður einki drekka eftir møti.

Secret Link
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.