SUM-ungdómsmøti verður í annaðkvøld kl. 20.00. Hesaferð verður tað í Meinigheitshúsinum á Skála.
Tað verður Karsten Høgnesen, sum kemur at tala yvir evni “hevur Guð gloymt meg?”
Eisini fara vit at lovsyngja saman, og eftir møti verður ein góður drekkamunnur at fáa, og vit fara at hugna okkum saman.
Øll frá 7 flokki og uppeftir, eru hjartaliga vælkomin.

