Møti í annaðkvøld – vitjan av trúboðarapari.
Til møtið í annaðkvøld fáa vit vitjan av útimissiónstrúboðarunum Silasi og Julionnu Olofson.
Silas boðar Guðs orð fyri okkum, og saman koma tey at syngja fyri okkum.
Silas og Julianna, saman við børnunum, eru útsend til Mongolia av Kirkjuliga Missiónsfelagnum (KMF) saman við Norsk Luthersk Missionssamband (NLM), og virka til dagligt í og útfrá býnum Khovd í Mongolia.
Tey hava verið útsend síðani 2018 og eru heima í løtuni, men skulu útaftur seinni í ár.
Í sambandi við møtið hava vit innsavnan til Kirkjuliga Missiónsfelagið, sum eru sendimeinigheit hjá familjuni Olofson.
Øll eru hjartaliga vælkomin á møti.