Til bíbliutími mikukvøldi fáa vit vitjan
Til bønarløtuna og bíbliutíman mikukvøldið fáa vit vitjan. Tað verður Silas Olofson. Han virkar sum trúboðari, saman við familjuni, í Mongolia, men eru tey heima í løtuni, vegna Korona.
Silas kemur at hava bíbliutíman fyri okkum, og verður teksturin frá 1. Mós 4,1-10.
Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.