Sunnudagsskúli í morgin.
Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00.
Vit fara at hoyra um, tá ið Jósef, Maria og Jesus barnið fingu fína vitjan, men at tey eisini stutt eftir Jesu føðing vóru noydd at rýma úr Ísrael.
Eisini hoyra vit søgu, og syngja saman.
Við tað at eingin jólafest verður í ár, fáa børnini ein pakka og foreldruni fáa ein drekkamunn aftaná sunnudagsskúlan í morgin.
Øll eru hjartaliga vælkomin.