Arbeiðsdagur í Tabor
Arbeiðsdagur verður í missiónshúsinum leygardagin 11. september.
Vit byrja kl. 09.00 við morgunmati, og fara so í holt við ymiskt sum krevur ábøtur.
- Lyftan (elevatorurin) takast niður, so klárt verður at seta nýggju lyftuna í, seinni á árinum.
- Echofonplátur monterast upp undir loftið í salinum (krevur stillads)
- Vindskeiðini treingjast til ein umgang.
- Reinsa takrennur
- Lúka runt húsið,
- Sláa gras
- Hongslini á vindeygum smyrjast,
- Vask setast upp í nýggja barna goymslurúminum
- Um WC’ini vera liðug, so skal gerast (høvuðs)reint niðri í kjallaranum
- Rudda burturkast úr kjallarúminum og (møguliga) á loftinum
- Vaska trappurnar sunnanfyri fyri gróður.
Á middegi verður sjálvandi eisini ein góður døgverða biti at fáa.
Vónandi síggja vit nógv fólk til arbeiðsdagin.