Tabor

Tabor

Barnaringur í morgin.

Barnaringur verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 17.30, har vit syngja saman, og hoyra Guðs orð. Síðani fara vit niður í kjallaran at gera ymiskt handaligt. Barnaringur er liðugur kl. 19.00. Øll børn í aldrinum 6-14 ár eru hjartaliga…

Bindimøti í annaðkvøld.

Bindimøti verður aftur í annaðkvøld. Vit møtast kl. 19.30 og eru liðug kl. 21.30. Vit hugna okkum saman við stokkum, hoyra søgu og hava andagt. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Sunnudagur – sunnudagsskúli/møti (English below)

Nú eru vit longu komin í síðsta dagin í okkara missiónsviku. Vit hava haft nakrar sera góðar dagar, har Guðs andi hevur verði okkum nær. Dagurin í dag byrjar við altargongdsguðstænastu kl. 11.00. Tað verður Tummas Kannuberg, prestur sum hevur…

Leygardagur – Barnamøti/møti (english below)

Vit eru longu komin til næst seinasta dagin í okkara missiónsviku. Vit byrja dagin longu kl. 10.00 við einum bíbliutíma. Sí her kl. 16.00, verður Barnamøti sum Marjan K. Nielsen kemur at hava. Kl 19.30 verður so møti aftur. Men…

Leygardagur – Bíbliutími kl. 10.00

Kaffi

Í morgin byrja vit longu kl. 10.00. Tá fáa vit okkum ein góðan morgunmat saman, og tá ið vit hava fingið tað tímuligu føðina, er neyðugt við tí andaligu føðini. Tað verður Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum kemur at hava ein…

Fríggjadagur – møti kl. 19.30 (english below)

Missiónsvikan heldur fram í morgin. Í morgin er føðingardagur hjá TABOR Morgindagurin byrjar við bøn kl. 07.00, í niðaru loftstovuni. Vit halda áfram við bøn kl. 19.00, og møti byrjar kl. 19.30. Í annaðkvøld verður tað Olaf Magnussen, sum kemur…

Hósdagur – møti kl. 19.30 (english below)

Missiónsvikan heldur fram í morgin. Morgindagurin byrjar við bøn kl. 07.00, í niðaru loftstovuni. Vit halda áfram við bøn kl. 19.00, og møti byrjar kl. 19.30. Í annaðkvøld verður tað Pól Johannesen, trúboðari, sum kemur at boða Guðs orð fyri…

Mikudagur – møti kl. 19.30 (English below)

Møti verður aftur í kvøld kl. 19.30, og vit byrja við bønarløtu kl. 19.00. Í kvøld verður tað Leila Højgaard, sum kemur at tala, meðan sangin fáa vit frá Manskórinum í Meinigheitshúsinum í Havn. Eftir møti verður, er ein góður…

Týsdagur – MØTI KL. 19.30 (ENGLISH BELOW)

Møti verður aftur í kvøld kl. 19.30. Vit byrja við bønarløtu kl. 19.00. Í kvøld verður tað Tummas Kannuberg, prestur sum kemur at tala Guðs orð til okkara, og sangin fáa vit frá Glyvra streingjakórið. Drekka verður aftaná møti. Øll…

Familjumøti – myndir

Missiónsvikan byrjaði við Familjumøti. Vit hoyra Guðs orð frá Sigurgunn Kjælnes, og barnakórið sang fyri okkum. Ein góð og gevandi løta. Her eru nakrar myndir frá Familjumøtinum.

Mánadagur – møti kl. 19.30 (english below)

Dagurin byrjar við bønarløtu kl. 07.00 í loftstovuni. Kl. 19.30 byrjar sangmøti, men hálvan tíma áðrenn er bønarløta. Til sangmøti koma hesi at syngja fyri okkum– Kirkjukórið– Jóhanna Sámalsdóttir– Gadders– Petur Hans v/bólka Eisini kemur Jóna Hansen, at hava eina…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.