Tabor

Tabor

Bønarløta og bíbliutími.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Høgni Hansen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sjómanskvinnuringur í annaðkvøld. (dagføring)

Sjómanskvinnuringurin verður í annaðkvøld kl. 19.30. Bogi Kalsberg kemur at siga frá sjólívinum við orðum og myndum. Drekka og hugni verður eisini á skránni. Innsavnan verður til Sjómansmissiónina. Allar kvinnur eru vælkomnar!

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um Sámuel, um hvussu Guð kallaði á hann. Á møtinum kemur Ólavur Ø. Hansen at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld, men ikki fyrenn kl. 21.00. Bønarløta er sum vanligt ein hálvan tíma áðrenn, tað vil siga kl. 20.30. Í kvøld kemur Kartin Høgnesen at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini fara vit at syngja lovsang. Eftir…

Bønarløta og bíbliutími í kvøld.

v

Bønarløta og bíbliutími verða í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Tormóð Nesá sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um Hannu, og hvussu hon bað til Guð um at fáa ein son. Til møti fáa vit vitjan av Viðareiði. Tað eru Snorri Brend sum kemur…

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Vit hava bønarløtu kl. 19.30. Í kvøld fáa vit vitjan av Sonna Dalheim, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini fáa vit sang frá okkara egna bólki. Umframt hetta, koma vit at…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.