Tabor

Tabor

Bíbliutími síðan bønarløta (rætting)

Vit broyta mannagongd eitt sindur í kvøld. Við tað at bønarløtan fyri missiónsvikuni, verður beint eftir bíbliutíman, tað vil siga kl 21, hava vit onga bønarløtu kl 19.30. Men byrja við bíbliutíma kl 20.00.Í Tað verður Andrias Magnussen, sum kemur…

Barnaringurin byrjar aftur.

Nú byrjar Útimissións barnaringurin aftur. Vit byrja í morgin kl. 17.30. Vit hoyra Guðs orð, syngja saman og gera ymiskt handaligt. Øll børn í aldrinum 5-14 ár  eru hjartaliga vælkomin. Øll koronatilmæli verða fylgd.  

Bønarløta fyri missiónsvikuni.

Bøn

Bønarløtinar fyri missiónsvikuni, halda fram í kvøld. Í kvøld kl. 21.00 møtast vit hjá Jákup og Maju Jakobsen, á Lýðarsvegi 39. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta fyri missiónsvikuni.

Aftur í ár, verður skipa fyri bønarløtum, í vikuni áðrenn missiónsvikuna. Tað vil siga frá í morgin 1. februar til 6. februar. Bønarløtunar byrja kl. 21.00. Fleiri av hesum bønarløtum verða heima hjá fólki, sum hava bjóða seg fram at…

Nú byrjar Junior aftur

Nú byrjar Junior aftur. Vit møtast í annaðkvøld kl. 19.00. Vit hoyra Guðs orð saman, syngja og hugna okkum við spølum. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagssúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið Jesus var 12 ára gamal, tað ferðina hann var eftir í Templinum í Jerusalem. Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld fáa vit vitjan av Gerhard Jónson Mikkelsen,…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Kaj Eli Hansen sum kemur at hava bíbliutíman.  Teksturin vit koma at verða saman um, er frá Jeremias kap. 33. Øll eru…

SKA-fest í annaðkvøld.

Nú byrjar Sjómanskvinnuringurin aftur, og vit byrja við eini SKA-fest. Vit møta kl.19.30, hoyra Guðs orð saman, og so vænta vit eisini at fáa vitjan. Innsavnan verður til Sjómansmissiónina. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Eisini eru tit vælkomnar at hava…

Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúli verður kl. 14.00 í morgin. Tá fara vit at hoyra um samanhangin millum Gamla testamenti og Nýggja testamenti. Møti verður kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað Marjan Nielsen sum kemur at tala. Øll korona tilmæli verða fylgd. Øll eru…

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld. Vit byrja kl. 19.30 við bønarløtu, og kl 20.00 byrja ungdómsmøti. Í kvøld verður tað sjómanstrúboðarin Torleif Johannesen, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Øll frá 7 flokki og eldri, eru hjartaliga vælkomin á…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.