Tabor

Tabor

Ungdómsmøti í annaðkvøld

Í annaðkvøld er ikki vanligt ungdómsmøtið, men í staðin hava vit PIZZA kvøld og opið hús. Vit byrja kl. 20.00. Vit fara at hoyra eina andakt, sum Jaspur Højgaard hevur, og so fara vit at hugna okkum eyka nógv. Øll…

Barnaringurin byrjar aftur

Nú byrjar Barnarringurin aftur. Vit byrja í morgin kl. 17.30, og halda á til kl. 19.00. Vit byrja við at syngja og hoyra Guðs orð saman. Síðani fara vit at gera ymiskt handaligt. Øll børn frá 5-14 ár eru hjartaliga…

Sjómanskvinnuringur í morgin.

Logo

Í annaðkvøld byrjar Sjómanskvinnuringurin aftur, eftir summarsteðgin. Vit byrja kl. 19.30 og halda á, til áleið kl. 21.30. Í annaðkvøld koma vit at hava innsavnan til Sjómansmissiónina. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um Guð sum hevur skapa og uppiheldur øllum. Møti byrjar kl. 18.00. Í annað kvøld koma vit at hava eitt sang- og vitnimøti. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin. Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um nakað sera álvarsamt, nevnuliga um okkara sálarfígginda Illamann. Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld fáa vit vitjan. Tað verður Frants Jensen úr Fuglafirði,…

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Tað verður Ólavur Ø. Hansen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Vit fara eisini at syngja saman, og eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunnu, saman við góðun hugna. Øll ung frá…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Torleif Johannesen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Eingin bíbliutími men altargongds-guðstænasta

Tað verður eingin bíbliutími í kvøld. Hetta, tí at tað verður altargongdsguðstænasta í Fríðrikskirkjuni kl. 19.30 í kvøld. Til hesa guðstænastur kemur okkara prestur at undirvísa í hvat altarborðið er, og hví vit fara til altars. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um ein smádrong, sum gav sín matpakka til Jesus. Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Ø. Hansen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru…

Eingin bíbliutími – men upplestur í Fríðrikskirkjuni

Í annaðkvøld verður eingin bíbliutími í missiónshúsinum. Hetta, tí at í Fríðrikskirkjuni verður alt Markus evangeliið lisið upp. Byrja verður kl. 19.00. Teir fyrstu 8 kapittlanir verða listnir upp, síðani verður ein steðgur, har høvi verður at fáa sær ein…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.