Tabor

Tabor

Junior í morgin

Junior verður í morgin kl. 19.00. Hetta er síðsta Junior fyri summarferiuna. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Útferð Sjómanskvinnuringur/Seinnapartssamkoma

Útferð

10 mai Kristi Himmalsferðardag fer Seinnapartsamkoman og Sjómanskvinnuringurin útferð. Vit møtast við missiónshúsið kl. 10.30, og koyra harfrá við bilum. Síðani fara vit í kirkju í Gøtu kl. 11.00. Aftaná kirkjugongd fara vit til Leirvíkar at fáa okkum ein góðan…

Møti í annaðkvøld

Persónar

Møti verður í annaðkvøld kl. 18.00. Møti koma Ernst og Khem Magnussen at hava. Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli í morgin

Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00. Síðsta sunnudag hoyrdu vit um Hannu, sum bað til Guð um at fáa ein son. Í morgin fara vit at hoyra um tann sonin sum Hanna fekk, og hvussu tað gekst honum. Øll eru…

Spennandi sangvitjan

Persónar

Hóskvøldið 3. mai kl. 20.00 verður spennandi sangmøti í missiónshúsinum. Tá fara kendu norsku sangevangelistarnir Marit og Irene at syngja og vitna. Tær hava sungið saman í góð 40 ár og hava givið nógvar fløgur út. Harafturat hava tær við…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Persónur

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað ein av okkara útisetum sum kemur at hava bíbliutíman, og er tað Bergur Johannesen. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Møti í annaðkvøld – KVF tekur upp

Møti verður í annaðkvøld kl. 18.00. Tað serliga við møtinum er at Kringvarpið kemur at taka møti upp. Tað sum verður á skránni, er at Jaspur Langaard og Armgarð á Regni koma at hava hvønn sín vitnisburð. Sang fáa vit…

Sunnudagsskúli í morgin

Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um Hannu í Gamla Testamenti, hvussu hon bað til Guð, og hvussu Guð svaraði hennara bøn. Øll, bæði børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin.

Dýri biðidagur – møti kl. 18.00

Persónur

Í morgin er Dýri biðidagur, og møti verður kl. 18.00. Til møti fáa vit vitjan av einum bygdarmanni hjá okkum, og er tað Høgni við Rætt. Hann kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

KVF kemur at taka upp

Stroyming

Til møti sunnudagin 29 apríl kl. 18.00, kemur Kringvarpið at taka upp. Tí fara vit at heita á fólk um at møta stundusliga, og at møta fjølment upp.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.