Tabor

Tabor

Bindimøti í annaðkvøld.

Logo

Bindimøti verður aftur í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30 og eru liðug áleið kl. 21.30. Í annaðkvøld fara vit at hyggja eftir einum fyrilestri sum Ann Hermansdóttir hevði um Yoga. Hesin fyrilestur var til eitt kvinnukvøld í missiónshúsinum tann 7…

Møti og sunnudagsskúli

Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra eina spennandi søgu úr Gamla Testamenti. Tað er søgan um tað Ísraelsku gentuna, sum var tænastu genta hjá Náaman herðhøvdinga. Møti í morgin verður eitt sindur…

Ungdómsmøti – opið hús.

Í kvøld verður “opið hús” í missiónshúsinum. Vit byrja kl. 20.00. Vit hugna okkum saman, hoyra eina andagt, fáa ein góðan drekkamunn, og annar hygg. Øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin á ungdómsmøti.

Taborkórið 25 ár

Sunnudagin 19 oktobur, hátíðarhildu vit í missiónshúsinum, at tað vóru gingin 25 ár síðani Taborkórið bleiv sett á stovn. Hetta bleiv hátíðarhildi, við einum sangmøti, har Taborkórið var í miðdeplinum. Kórið sang einar 6-8 sangir fyri einum fullsettum sali, umframt…

Bíbliutími í kvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Ólavur Ø. Hansen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringur í morgin.

Í morgin verður Barnaringurin aftur. Vit byrja kl. 17.30. Tá byrja vit uppi í salinum, har vit syngja saman og hoyra Guðs orð. Síðani fara vit niður í kjallaran at gera ymiskt handaligt. Í morgin er møguleiki at lata gávur…

Junior verður aftur í kvøld.

Í kvøld verður Junior aftur. Vit byrja kl. 19.00 og eru liðug áleið kl. 21.00. Í kvøld fáa vit vitjan av Bjarka Johannesen, sum kemur at hava Guðs orð til okkara. Vit syngja saman, og eftir møti fáa vit ein…

Sangmøti við Taborkórinum

Í morgin kl. 14.00 verður sangmøti, har øll, børn og vaksin verða saman. Tí verður eingin sunnudagsskúli. Tabokórði hevur virka út frá okkara missiónshúsð nú í 25 ár. Hetta vilja vit sum meinigheit hátíðarhalda saman við kórinum. Taborkórið kemur at…

SUM ungdómsmøti á Strondum.

Í annaðkvøld verður einki ungdómsmøti hjá okkum. Men ístaði verður eitt felagsungdómsmøti, kallað SUM, í missiónshúsinum á Strondum. Ungdómsmøti byrjar kl. 20.00. Øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.

Morgun kaffi í morgin.

Morgun kaffi verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 10.00 og eru liðug kl. 12.00. Byrja verður við einum góðum morgunmati, vit syngja saman, hoyra Guðs orð, og eisini hoyra vit onkra áhugaverda frásøgn. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Olaf Magnussen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.