Tabor

Tabor

Barnaringurin byrjar aftur

24/1-2017 Barnaringur byrjar nú aftur í tí nýggja árinum. Vit byrja í morgin kl. 17.30. Hilda Viderø kemur at greiða okkum frá, um arbeiði sum verður gjørt úti í Filipsoyggjunum. Eftir tað fara vit at gera ymiskt handaligt. Øll børn…

Sunnudagsskúli og møti í morgin

21/1-2017 Sunnudagsskúlin byrja kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um boðini 4-10. Á møtinum  í annaðkvøld, sum byrjar kl. 18.00, verður tað tey ungu sum skipa fyri. Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Ungdómsmøti – Blákross hugnakvøld

21/1-2017 Í kvøld verður eitt annaleiðis ungdómstiltak. Tað er Blákrossfelagið hjá okkum, sum kemur at skipa og hava kvøldið. Tað verður nógv á skránni, bæði til búkin og til hjarta. Vit byrja kl. 19.00.

Bíbliutími í annaðkvøld

17/1-2017 Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl 19.30, og bíbliutímin kl 20.00. Í annaðkvøld verður tað Janus Thomsen, sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sjómanskvinnuringurin byrjar aftur.

16/1-2017 Nú byrjar Sjómanskvinnuringur aftur í tí nýggja árinum. Vit møtast kl. 20.00 í annaðkvøld. Innsavnan verður til Sjómansmissiónina. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Seinnapartssamkoma fríggjadagin – tíð og stað broytt

10/1-2017 Seinnapartssamkoman byrjar nú aftur í tí nýggja árinum. Og fyrsta Seinnapartssamkoma í nýggjaárinum verður inni á Vesturskin, og byrja hon kl. 15.00 og verður væntandi liðug umleið kl. 17.00. So nú fríggjadagin er seinnapartssamkoma á Vesturskin frá kl. 15.00…

Bønarløta og bíbliutími í annaðkvøld

10/1-2017 Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hilmar Højgaard sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.