Tabor

Tabor

Møti í annakvøld

16/4-2016 Møti verður í annakvøld kl. 18.00. Tað verða tey ungu sum koma at standa fyri møtinum, og eisini kemur ungdómskórið at syngja. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúlin í morgin til Nesvíkar

16/4-2016 Hey øll børn og foreldur. Sunnudagin 17. april verður ongin sunnudagsskúli í Missiónshúsinum vegna felagssunnudagsskúla i Nesvík. Felagssunnudagsskúlin byrjar kl 15. Tá fara barnakórini av Toftum, Strondum og Sørvági at syngja. Rita Elmounayer, stovnari og leiðari hjá Sat7-Kids greiðir…

Bíbliutími í annakvøld

12/4-2016 Bønarløta og bíbliutími verða í annakvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30, og bíbliutímin kl. 20.00. Í annakvøld verður tað Hildigunn Steinhólm sum hevur bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti í morgin

9/4-2016 Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um tá ið Jesus ruddaði Templi í Jerusalem. Møti byrjar kl. 18.00. Í annakvøld verða tað hjúnini Anna Maria og Kári, Jannet og Pauli og Helena og Janus sum…

Bíbliutími í annakvøld

5/4-2016 Bønarløta og bíbliutími verða í annakvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annakvøld verður tað Dakku Petersen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Junior í morgin.

3/4-2016 Í morgin verður Junior aftur. Vit fara at hoyra úr bókini úr Bíbliuni sum eitur Prædikarin. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

2/4-2016 Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um Dávid og Batseba. Til møti sum byrjar kl. 18.00, verður tað syskini Steinhólm sum koma at hava møti. Eisini fara vit at hoyra tey syngja. Tað er fyrsti…

Bíbliutími í annakvøld

29/3-2016 Byrja verður við bønarløtu kl. 19.30. Bíbliutímin byrjar kl. 20.00. Í annakvøld verður tað Hans Jákup Hansen, sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.