Tabor

Tabor

Vælsigna familjumøti og føðingardagur

Familjumøti 13 feb 2022

Fyrsta møti á okkara missiónsviku, var ein gleðis løta. Uppmøtingin var góð tí umleið 180 fólk møttu, og tað er óivað tað mesta síðani koronaavmarkingarnar byrjaðu í mars 2020. Samstundis var hetta eisini føðingardagurin hjá missiónshúsinum. Jaspur Langgaard talaði og…

Nú byrjar missiónsvikan – Familjumøti

Í morgin byrjar missiónsvikan hjá okkum, og byrja vit við einum Familjumøti kl. 14.00. Tað verður Jaspur Langgaard sum kemur at siga bíbliusøgu, eisini fara vit at hoyra søgur og annað spennandi verður á skránni. Tað er 13 februar í…

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Í kvøld fara vit at hava eina sang og vitniløtu. Vit hava eina bønarløtu kl. 19.30, og eftir ungdómsmøti fara vit eisini at hava eina bønarløtu, sum serliga er fyri missiónsvikuni. Øll ung frá…

Bønarløta fyri missiónsvikuni.

Bøn

Nú eru vit komin til leygardag, og síðsta kvøldið áðrenn missiónsvikan hjá okkum byrjar. Í kvøld verður bønarløtan saman við teimum ungu. Kl. 21.00, aftaná ungdómsmøti verður bønarløtan í missiónshúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta fyri missiónsvikuni.

Vit eru nú komin til fríggjadag, og bønarløtan fyri missiónsvikuni verður aftur í kvøld kl. 21.00. Í kvøld verður tað á Gaddavegi 35, hjá Jónu og Kaj Eli Hansen. Hjartaliga vælkomin.

Morgun kaffi.

Kaffi

Morgun kaffi, verður aftur í morginárini. Vit byrja kl. 10.00 og halda á til áleið kl. 12.00. Vit hugna okkum saman við einum góðum drekkamunni, hava eina andagt, og hoyra okkurt áhugavert. Eisini syngja vit saman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta fyri missiónsvikuni.

Bønarløta fyri missiónsvikuni verður aftur í kvøld kl. 21.00. Í kvøld verður bønarløtan í missiónshúsinum, beint eftir bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bíbliutími í annaðkvøld

Torleif

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjan kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Torleif Johannesen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Hann kemur at tosa um evni “tekur náðin ábyrgdina burtur”? Øll eru hjartaliga…

Nú byrjar Barnaringurin aftur.

Eftir ein sera langan steðg, byrjar nú Útimissiónsbarnaringurin aftur. Vit byrja aftur í morgin kl. 17.30. Vit fara at syngja saman, hoyra boðskapin um Jesus, sum er besti vinur barnana, og gera okkurt handaligt saman. Øll børn í aldrinum 6-14…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.