Tabor

Tabor

Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um tá ið Jesus var í Getsemane. Til møti fáa vit vitjan av Carsten F. Mikkelsen, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lega og guðstænasta

Tey ungu hjá okkum hava haft legur í missiónshúsinum. Tey byrjaðu í gjár, og endar legan í kvøld kl. 20.00, við guðstænastu og altargongd í Nes kirkju. Samstundis verður skipa fyri einum gongur túri úr Æðuvík heim á Nes í…

Morgun kaffi byrjar aftur.

Nú byrjar Morgun kaffi aftur. Vit byrja í morgin kl. 10.00 og halda á til áleið kl. 12.00. Á skránni verður morgun kaffi sjálvandi, andagt og okkurt áhuga vert at hoyra. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta og bíbliutími

Bøn

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Janus Thomsen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sjómanskvinnuringurin byrjar aftur. (uppdatera)

Sjómanskvinnuringur

Í kvøld, 21. sept. kl.19.30 byrjar sjómanskvinnuringurin aftur í Tabor, eftir summarsteðgin. Kvinnurnar savnast í loftstovuni, har tær binda, hoyra søgu og hava andagt. Drekka, prát og hugni er eisini á skránni, áðrenn enda verður uml. Kl. 21. 30. Innsavnað…

Bíbliutími í kvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í kvøld. Byrja verður við bønarløtu kl. 19.30, og so er bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Olaf Magnussen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sera væleydnaður arbeiðsdagur

Arbeiðsdagur 2021

Tann árliga arbeiðsdagurin í missiónshúsinum var leygardagin 11 sept. Byrja var við morgunmati og andagt kl. 09.00. Síðani blivu arbeiðsuppgávur býttar út til tey sum vóru møtt upp, og so bleiv lagt í vaði. Eitt stórt arbeiði sum bleiv gjørt,…

Sunnudagsskúli og vitjan til møti í morgin.

Familjan Finnsson

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um tá ið Jesaja bleiv kallaður til profet. Til møti fáa vit vitjan. Tað verður hjúnini Jóhannes og Kristiana Finnsson sum koma at vitja. Familjan Finsson er komin heim aftur, eftir at tað hava…

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Bønarløta verður kl. 19.30. Í kvøld verður tað Remi Langaard sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Eftir møti fáa vit drekka, og fara at hugna okkum saman. Øll frá 7 flokki og…

Bønarløta og bíbliutími.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Remi Langaard sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti.

Pól Johannesen

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um einkjuna í Nain, sum hevði mist sín einasta son. Til møti fáa vit vitjan av trúboðaranum Pól Johannesen, sum kemur at boða Guðs orð fyri…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.