Fundur við greinarnar

Fundur við greinarnar í Tabor 9. apríl kl. 19.00

Eins og undanfarin ár, hevur stýrið í Tabor tikið stig til at hava ein fund við allar tær ymisku greinarnar í húsinum.

Á hesum fundum hevur stýrið ynskt at fáa at vita, hvussu arbeiðið hevur gingist, hvussu arbeiðið kann gerast lættari og hvørjir trupulleikar eru í arbeiðinum.

Stýrið vónar, at tað fyri tann einstaka er ein gleði at luttaka við í tí grein ein er í. Tíverri er tað møguliga ikki so fyri øll. Uttan iva er tað onkur, sum kennir arbeiðið sum eina uppgávu ella byrðu, sum skal gerast.

Stýrið ynskir, at hvør einstakur persónur, sum luttekur í teimum ymisku greinunum, skal føla tað sum eina gleði at virka í missiónsarbeiðinum – líkamikið hvør uppgávan er. Tí hava vit valt at seta fokus á gleðina í tænastuni.

Týskvøldið 9. apríl kl. 19.00 – 21.00 fara vit at viðgera hetta áhugaverda evni. Vit hava fingið Petur Marin Glerfoss úr Klaksvík at hava eitt upplegg upp á 15 minuttir, har hann fer at tosa um evnið “gleðin í tænastuni”. Tí, hvør er gleðin í tænastuni? Hvørjum er tað vit tæna? Hvat er tað vit boða?

Øll vita vit, hvønn týdning tað hevur at boða orðið um Jesus fyri okkara fólki, og hvønn týdning tað hevði fyri okkum, tá vit vóru yngri, tí annars eru vit ikki her, vit eru nú. Vit vita eisini, hvørjar avleiðingar tað fær, um vit ikki gera tað. “Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir!” Hvussu gera vit tað? Fyrst við at hyggja upp á Kristus og líta á hann, síðan uppmuntra hvønn annan í tænastuni og eggja hvørjum øðrum at halda á fram í tí góða gerningi, Gud hevur byrjað í okkum.

Síðan er ætlanin at hava eitt gott og uppbyggjandi orðaskifti afturvið einum góðum drekkamunni.

Tað er okkara vón og inniliga bøn, at so nógv sum gjørligt, kunna vera við til fundin.

Innbjóðingin er til øll, sum hava eina ella aðra uppgávu í teimum ymisku greinunum í Tabor.

 

Stýrið í Tabor

Similar Posts