HEIM backup

[crellyslider alias=”background”]

 

[custom_owl] [content_box] [span5] [/span5] [/content_box] [row] [span2] [/span2] [span2] [/row] [row] [span6] [tabs direction=”top” tab1=”TILTØK” tab2=”ÚTLEIGAN” tab3=”STUÐLA”] [tab1] [banner img=”/intranet2015/wp-content/uploads/2016/02/banner_1.jpg” title=”TILTØK” text=””][calendar id=”750″][/tab1] [tab2] [banner img=”/intranet2015/wp-content/uploads/2016/02/banner_2.jpg” title=”ÚTLEIGAN Í MISSIÓNSHÚSINUM” text=”Er ynski um at leiga borð ella stólar. Set teg í samband við:
Jóan Jacob Skoradal, tel 27 33 62

Er ynski um at leiga steintoy, set teg í samband við:
Elsebeth Johannesen, tel 25 69 59″ custom_class=”style_1″][/tab2] [tab3][banner img=”/intranet2015/wp-content/uploads/2016/02/banner_3.jpg” title=”STUÐUL” text=”Stuðul til arbeiðið: Um onkur ynskir at stuðla arbeiðinum í missiónshúsinum, kann hetta gerast við flyta pening inn á niðanfyri standandi konti:

6460–101.798.7
9181–123.957.2

Hjartans tøkk fyri stuðulin.” custom_class=”style_1″][/tab3] [/tabs] [/lazy_load_box] [/span6] [span6]

Hvussu fái eg frið við Gud?

Menniskjan søkir frið, men finnur hann ikki. Ikki í pengum, vísind, rúsdrekka, rúsevnum, kenslum, gerningum… Hvussu og hvar finna vit frið? Veruligan frið? Ævigan frið? Himmalskan frið? Í yvirflóð? Bara í Jesusi Kristi!
Tú kanst fáa frið við Gud ígjøgnum hesi fýra fet!
[accordions] [accordion title=”Fyrsta fet: Guds meining: Frið og lív” visible=”yes”]Guds upprunaliga ætlan var, at øll mannaættin skuldi hava frið og lív. Ádam og Eva høvdu henda frið, áðrenn syndafallið. “Og Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott.” (1. Mós. 1,31) Guds skaparverk var sera gott, stendur tað. Ádam og Eva høvdu frið við Gud, og hann elskaði tey. Gud elskar eisini teg og vil, at tú kemur at uppliva frið og lív – í yvirflóð og um ævir.[/accordion] [accordion title=”Næsta fet: Trupulleikin: Okkara skilnaður“]Tá ið Gud hevði skapað menniskjuna, kundi hon gera alt, hon vildi, uttan bara at eta av træi lívsins og træ kunnleikans um gott og ilt. Men hetta valdi menniskjan at gera kortini. Ádam og Eva valdu at synda ímóti Gudi (1. Mós. 3,6).

So spyrt tú kanska: “Skal teirra fall døma meg?”

“Tess vegna, líkasum syndin kom inn í heimin við einum menniskja og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi seg ígjøgnum til øll menniskju, av tí at tey syndaðu øll.” (Róm. 5,12) Um vit livdu á døgum Ádams og Evu, høvdu vit ivaleyst gjørt júst tað sama sum tey. Hetta gera vit eisini í dag. Vit synda ímóti Gudi!

Tú sigur kanska: “Jamen, eg kann ikki gera við, at eg syndi.” Ella: “Eg syndi av óvart.”

Nei, okkara dagligi uppreistur ímóti Gudi liggur djúpri enn so. Tað stendur: “Tykkum hevur ikki onnur freisting verið fyri enn menniskjulig…” (1. Kor. 10,13). Hetta skilji eg soleiðis, at ein menniskja ikki nakrantíð stendur fyri einari synd, sum henda menniskjan ikki kann lata vera við at gera. Men vit synda kortini. Hví? Vit synda móti Gudi, tí at holdið í okkum ger tað við vilja. (Sálm. 51,7; Róm. 7,7-9)

Gud skapaði okkum í hansara egnu mynd til at hava ævigt lív. Hann skapaði okkum ikki sum robottar til at elska hann og gera sum hann sigur, automatiskt. Gud gav okkum ein vilja og eitt frælsi til at velja, sum vit vilja. Vit valdu at gera ímóti Gudi og fara okkara egna veg. Nú er okkara vilji trælbundin og syndin býr í okkum. Úrslitið av hesum er skilnaður frá Gudi.

“Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður.” (Róm. 3,23) “Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara.” (Róm. 6,23)

Okkara royndir at náa Gud…:

Frá tí at eitt menniskja verður føtt inn í henda heim, søkir tað frið. Friður verður søktur í vísindi, religiónum, pengum, rúsdrekka og rúsevnum, sjónvarpi, interneti, kenslum, familju, gerningum…
Á nógvar ymiskar hættir hava fólk roynt at gjørt sær eina brúgv yvir um henda skilnað ímillum tey sjálvi og Gud. “Nei, tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Guds tykkara; syndir tykkara hava hult andlit hans fyri tykkum, so at hann ikki hoyrir.” (Jes. 59,2) “tí at hvat gagnar tað manni at hava vunnið allan heimin, men hava mist sjálvan seg ella bøtt afturfyri við sjálvum sær?” (Luk. 9,25) Eingin brúgv røkkur yvir til Guds…UTTAN EIN.[/accordion] [accordion title=”Triðja fet: Guds brúgv: Krossurin“]Jesus Kristus doyði á krossinum og reis upp frá deyðum. Hann tók revsingina á seg fyri okkara syndir og gjørdi eina brúgv yvir um skilnaðin ímillum Gud og mannaættina. Jesus hevur skaffað náði og fyrigeving fyri øll menniskju til allar tíðir. Tann fínasti klædningurin liggur klárur. Frelsuklædningurin. “Men Gud sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar.” (Róm. 5,8) Gud hevur givið okkum tann eina vegin, sum vit kunnu fáa veruligan frið við: Jesus Krist. Hvørt einstakt menniskja má nú taka støðu. Ja, tú mást taka støðu til Jesus. Tað nyttar ikki bara at hyggja eftir hesum fína klædninginum.[/accordion] [accordion title=”Fjórða fet: Títt svar:“]Eg vil taka ímóti Kristi
Um tú vilt verða frelstur, mást tú líta á Kristus sum harra og frelsara og taka ímóti honum við persónligari innbjóðing. “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” (Jóh. 1,12)

Hvar ert tú?

Vilt tú taka ímóti Jesusi Kristi beint nú? Soleiðis kanst tú taka ímóti Kristi:
1. Játta tína neyð, at tú ert ein syndari.
2. Ver villigur til at venda tær burtur frá tínum syndum og angra.
3. Trúgv tí, at Jesus Kristus doyði fyri teg á krossinum og reis upp frá deyðum.
4. Við bøn, bjóða Jesusi at koma inn og taka leiðsluna av tínum lívi við Heilaga Anda.

Soleiðis kanst tú biðja:

Góði Harri Jesus,
Eg veit, at eg eri ein syndari og havi brúk fyri tínari fyrigeving. Eg trúgvi, at tú doyði fyri mínar syndir. Eg vil venda mær burtur frá mínum syndum. Eg bjóði tær nú at koma inn í mítt hjarta og lív. Eg vil líta á teg og fylgja tær sum harra og frelsara.
Í Jesu navni. Amen.

Guds vissa: Hansara Orð
Um tú fyri fyrstu ferð hevur biðið hesa bøn av hjarta, vil eg ynskja tær tillukku, “tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur.” (Róm. 10,13)

“Hvat hevur hann givið mær?” spyrt tú kanska.

“Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið. Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit sum trúgva á navn Guds sonar.” (1. Jóh. 5,12-13)

Við at taka ímóti Kristi, eru vit fødd inn í Guds familju við yvirnáttúrliga verkinum av Heilaga Andanum, sum býr í øllum trúgvandi persónum. Hetta verður kallað at vera umvendur ella at verða vaktur upp frá deyða.

Hetta er bara byrjanin av einum undurfullum nýggjum lívi í Kristi. Fyri at gera henda felagsskap við Jesus djúpri, eiga vit at gera nøkur ting, sum eisini vildu fallið okkum náttúrlig:

1. Lesa í Bíbliuni hvønn dag, fyri at koma at kenna Kristus betur.
2. Tosa við Gud í bøn hvønn dag.
3. Siga øðrum frá um Kristus
4. Tilbiðja og takka Gudi fyri tað, sum hann hevur gjørt fyri teg, vera í felagsskapi við trúgvandi, og tæna við øðrum kristnum í einum kirkjuliði, har Kristus verður boðaður.
5. Sum umboðsfólk Krists í einum neyðstøddum heimi, ver eitt vitni við tínum nýggja lívi, við at elska og hava umsorgan fyri tínum næsta.[/accordion] [/accordions] [/span6] [/row] [row] [span12] [/span12] [/row] [hr]

  •  
  •  
  •  
  •  
  •