Sunnudagsskúlin

Sunnudagar kl. 14.00
Formaður: Pól á Sondum, tlf. 44 81 56

Vit hava sunnudagsskúla hvønn sunnudag í áleið ein tíma. Tá familjumøti er á skrá, er eingin sunnudagsskúli – tá eru øll savnað í stóra salinum.
Sunnudagsskúlin er býttur í tveir bólkar, tey yngru (áðrenn skúlaaldur til og við 4. flokk) savnast í salinum í kjallaranum. Tey eldru (5. – 7. flokk) savnast í loftstovuni.

Hvat gera vit?
Í sunnudagsskúlanum plaga vit m.a. at:

  • Syngja saman og fagna teimum børnum, sum hava havt føðingardag.
  • Læra minnisvers og hoyra bíbliusøgur.
  • Lurta eftir ella hyggja at einum stuttum boðskapi.
  • Hava innsavnan til tey endamál, vit stuðla.

Okkara endamál
Endamálið hjá samkomuni er at røkka menniskjum við evangeliinum um Kristus og Hansara kraft, so menniskju verða frelst, loyst, grødd og gjørd før fyri at tæna Harranum og gerast Jesu lærisveinar. Vit vilja vera eitt andaligt heim, har menniskju fáa føði úr Guds orði og høvi at tæna – og soleiðis vaksa og gerast sterk, bæði andaliga og sálarliga.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.