Trúðargrundarlag
Missiónshúsið Tabor byggir arbeiði sítt á Bíbliuna, Guds innblásta og heilaga orð og avgerandi myndugleiki fyri trúgv og lívi hins kristna og sum tulking á fólkakirkjunnar 5 evangelisk-luthersku játtanarrit.”
Bíblian – Guds heilaga orð
a. Bíblian er Guds heilaga orð. Hon er gudinnblásin og tískil fult og heilt álítandi.
Í tráð við grundarlagið verður staðfest, at Bíblian er Guds orð, borin okkum ígjøgnum menniskju undir Heilaga Andans leiðslu.
(2 Tim 3,16; 2 Pæt 1,21; Áps 4,25; Jóh 10,35)
b. Bíblian hevur avgerandi og óvikandi myndugleika og er greið og nøktandi til lív og sælu.
Sum Guds orð hevur Bíblian avgerandi myndugleika í øllum spurningum, sum viðvíkja kristnari trúgv og kristiligum lívi Hon er givin menniskjum til lív og sælu í Jesusi Kristi og til tess er hon bæði greið og nøktandi. Eingin myndugleiki kann javnsetast við hana, hvørki siðvenjur ella andligar opinberingar. Nýggja Testamenti lærir okkum, hvat í Gamla Testamenti er bindandi fyri kristnu kirkjuna og hvat bert galt Ísrael undir gamla sáttmálanum.
(2 Tim 3,15-16; Jóh 5,39)
Skaparaverkið
a. Gud hevur skapað himmalin og jørðina, menniskjuni og alt livandi, og heldur støðugt øllum skaparaverkinum uppi. Skapanin er verulig hending.
Alt, sum er til, hevur Gud skapað og givið lív. Til skapanina hoyrir eisini, at Gud heldur øllum tí skapaða uppi. Skapanin er verulig hending, ikki myta ella ævintýr. (1 Mós 1-3; Kol 1,17; Hebr 1,3)
b. Menniskjað er skapað í Guds mynd sum krúnan á skaparaverkinum. Tískil hevur hvørt einstakt menniskja óendaligt virði uttan mun til kyn, aldur, húðarlit, førleikar, heilsu, átrúnað og annað.
Gud hevur skapað alt, men einans menniskjað er skapað í hansara mynd og hevur tískil serstøðu. Til gudsmyndina hoyrir millum annað beinleiðis samfelag við Gud. Gudsmyndin hevur við sær, at eitt og hvørt menniskja hevur óendaligt virði. Øll menniskju hava sama virði uttan mun til munir ella frávik. (1 Mós 1,26-27; Sl 8,4-9)
c. Gud hevur skapað menniskjað gott og rættvíst til ævigt samfelag við Gud og medmenniskjað. Menniskjað er skapað til at elska og æra skapara sín og at elska og verja næsta sín.
Upprunaliga var menniskjað fullkomið og heilagt. Menniskjað hevði samfelag við Gud og næstan, sum var merkt av samljóði, friði og kærleika. Hóast syndafallið hevur menniskjað framvegis somu skyldur mótvegis Gudi og næsta sínum. (1 Mós 1,31)
d. Við syndafallinum, sum er verulig hending, vórðu menniskjans náttúra og viðurskiftini við Gud grundleggjandi broytt. Menniskjað verður nú føtt sum syndari, sum av náttúru ikki vil Guds vilja. Syndin hevur skilt menniskjað frá skapara sínum. Henda skaða hvørki vil ella kann menniskjað bøta. Tí tørvar einum og hvørjum menniskja endurføðing við Guds Heilaga Anda.
Ístaðin fyri samfelag og samljóð, sum menniskjað varð skapað til, komu skilnaður, fremmandagerð og fíggindskapur við syndafallinum. Øll menniskju verða fødd við hesi arvasynd (tað er: uttan nátúrligt álit á Gudi, uttan ótta fyri Gudi og við hugi til tað illa) og avleiðingum hennara. Samfelag menniskjans við Gud er brotið, meðan samfelagið við medmenniskjað er vorðið truplari av syndini. Menniskjað hýsir tó framvegis skapanarkreftum. Men um Guds Andi ikki kallar og endurføðir menniskjað við dópi og trúgv, kann tað ikki gerast sátt við Gud. (Sl 51,7; Job 14,4; Mark 7,21-23; Jóh 3,3-6; Róm 3,23; 5,12; 8,6-7; Ef 2,3)
e. Gud hevur sett menniskjað at ráða yvir øllum øðrum skapningum. Menniskjað eigur tí at umsita og gagnnýta jørðina og tilfeingi hennara undir ábyrgd fyri Gudi, næstanum og umhvørvinum.
Til gudsmyndina hoyrir eisini, at Gud hevur givið mannaættini samábyrgd fyri restini av sínum skaparaverki. Menniskjað skal ráða yvir og gagnnýta jørðina og tilfeingi hennara, men ikki misnýta ella oyðileggja. Atlit skal altíð takast til næstan. Gudsmyndin hevur eisini við sær, at menniskjað sum umsitari stendur til svars fyri Gudi. (1 Mós 1,26-28; 1 Mós 2,19; Sl 33,13-15; Hebr 4,13)
Náðimiðlarnir
a. Jesus Kristus hevur vunnið øllum syndarum Guds náði við deyða og uppreisn síni. Við náðimiðlunum rættir hann syndarum hesa náði og hon verður veitt teimum, ið taka ímóti henni við trúgv á Jesus.
Guds náði er vunnin øllum. Hon verður rætt øllum, ið fáa náðimiðlarnar, men bert veitt teimum, ið taka ímóti henni í trúgv. Tískil eru bæði miðilin og móttøkan neyðug, men tað er gevarin, sum ger náðimiðilin til náðimiðil. (1 Pæt 1,23; Ják 1,18; Kol 2,12)
Orðið (Guds orð)
a. Guds orð er livandi og virkið. Tí er Orðið fyrsti og grundleggjandi náðimiðilin, ið virkar í hinum báðum náðimiðlunum, dópi og altarborði.
Missiónshúsið Tabor, vil vekja menniskju til trúgv á Jesus Kristus. Einans Guds orð megnar at vekja lív av deyða, tí tænir alt virksemið hjá missiónhúsinum Tabor orðsins boðan.
(Róm 1,16; 2 Tim 3,15; 1 Pæt 1,23-25; Ják 1,18.21; Hebr 4,12)
b. Tað er Guds orð, sum ger ein náðimiðil til náðimiðil, ikki orðsins tænari ella tann, ið tekur ímóti náðimiðlinum.
Náðimiðilin er ikki tengdur at, hvør umsitur orðsins boðan ella sakramentini. Heldur ikki er hann tengdur at, um móttakarin er verdugur.
Dópurin
a. Dópurin í Jesu navni er náðimiðil. Í dópinum endurføðir Gud Heilagi Andi syndaran, veitir honum syndanna fyrigeving og ævigt lív og festir búgv í hjarta hansara. Tí tørvar øllum menniskjum at verða doypt.
Jesus innsetti dópin og hevur knýtt síni frelsandi lyfti at honum. Gud hevur sostatt tengt menniskjans frelsu at dópinum. Gud hevur tó ikki avmarkað seg sjálvan til dópin. (Matt 28,18-20; Jóh 3,3-6; Tit 3,5; Kol 2,12; 1 Pæt 3,21)
b. Tað er Gud, sum virkar í dópinum við Orði og Anda sínum, ikki menniskju.
Dópurin er fyrst og fremst Guds náðimiðil, har Gud er virkin í og við menniskjanum við sínum Orði og Anda. Tí er dópurin ikki tengdur at skynsemi ella øðrum førleikum hjá tí doypta. (Róm 6,3-6; Ef 5,25-27)
c. Syndarin tekur ímóti náðini við trúgv á Jesus Kristus og lyfti hansara. Eisini trúnna virkar Gud við Orði og Anda sínum. Trúgv og dópur hoyra tí óloysandi saman.
Uttan trúgv á Jesus og lyftisorð hansara gagnar dópurin einki. Trúnna skapar Guds Andi í syndarans hjarta við at boða honum gleðiboðskapin. Bara Jesus kann frelsa syndaran. Men tað ger hann í dópinum við trúnni. Tí kunnu trúgv og dópur ikki setast upp ímóti hvørjum øðrum. Og tískil hoyrir dópsupplæring óloysandi saman við dópinum. (Róm 10,17; Gal 3,26-27; Kol 2,12; 1 Pæt 1,23-25)
d. Sum Guds Orð talar um børnini, trúnna og dópin, er bæði neyðugt og nátúrligt at doypa børn, ið verða uppald í kristnu trúnni.
Sambært Bíbliuni eru eisini børnini fødd við arvasynd. Trúgv er fyrst og fremst álit, tí kunnu børn eisini trúgva. Og dópurin er Guds frelsandi náðimiðil. Tískil er dópurin eisini fyri børn og ómyndug. (Job 14,4; Sl 51,7; Jóh 3,3-6; Ef 2,3; Matt 18,1-6: Luk 18,15-17)
Altarborðið
a. Altarsins sakramenti er náðimiðil. Har gevur Jesus Kristus syndarum sítt heilaga likam og blóð, sum hann gav fyri allar heimsins syndir. Jesus Kristus er veruliga til staðar í breyði og víni. Tí fær syndarin fyrigeving við altarborðið, so satt hann trýr, umframt at trúgvin á syndanna fyrigeving verður styrkt.
Jesus innsetti altarborðið og hevur knýtt síni lyfti at tí. Har gevur Jesus okkum seg sjálvan og harvið alt, sum hann hevur vunnið okkum, syndanna fyrigeving og ævigt lív. Breyðið er veruliga Jesu likam, vínið er veruliga Jesu blóð. (1 Kor 10,16-17; 11,23-26; Matt 26,26-28; Jóh 6,47-57)
b. Tað er Gud, sum virkar í altarborðinum við Orði og Anda sínum, ikki menniskju.
Altarborðið er fyrst og fremst Guds náðimiðil, har Gud er virkin í og við menniskjanum við sínum Orði og Anda. Tí er altarborðið ikki tengt at skynsemi ella førleikum hjá tí, ið tekur ímóti. Syndarin tekur ímóti náðini við trúgv á Jesus og lyfti hansara um fyrigeving. Av somu grund kunnu børn og ómyndug eisini taka ímóti altarsins sakramenti. (Matt 26,26-28; Jóh 6,51)
c. Altarborðið undirstrikar felagsskap teirra trúgvandi.
Í aðru atløgu undirstrikar altarborðið felagsskapin millum øll tey, ið trúgva á Jesus Kristus. (1 Kor 10,17: Luk 22,15)
d. Altarborðið er fyri øll, ið vilja bera synd sína til Jesus. Tí tørvar øllum trúgvandi at fáa altarsins sakramenti javnan.
Eingin er verdur at koma til Jesus, men av kærleika tekur hann kortini ímóti øllum syndarum, ið vilja taka ímóti hansara fyrigevandi náði. Sostatt er synd í sjálvum sær eingin forðing fyri at taka lut í altarborðinum, men óuppgjørd synd og vantrúgv forða fyri at fáa gagn av tí. (1 Kor 11,23-32)
Heilaga Andans gerningur
a. Heilaga Andans høvuðsgerningur er at leiða syndarar til Jesus Kristus og varðveita teir hjá honum. Tað ger hann fyrst og fremst við at skapa trúgv á Jesus við Guds orði.
Gud hevur sent Heilaga Andan at geva syndarum lut í Jesu Kristi fullgjørdu frelsu við trúnni. Hetta er Andans høvuðsgerningur. Henda gerning ger Andin við at møta menniskjum gjøgnum Guds lóg, sum ger syndarum greitt, at teir hava syndað og mangla Guds yndi, og gjøgnum gleðiboðskapin um Jesus Kristus, sum hevur vunnið syndarum fyrigeving syndanna og Guds yndi. Andin skapar trúgv á henda gleðiboðskap, so syndarin fær lut í frelsuni fyri einki. (Jóh 14,16-18.26; 15,26; 16,8-15; Ef 1,13-14)
b. Heilagi Andin býr í hjørtunum hjá øllum teimum, ið trúgva á Jesus Kristus og eru doypt til hansara.
Ein og hvør, sum trýr á Jesus Kristus og er doyptur, hevur Guds Anda. Bíblian kennir bara ein dóp, ið gevur Andan, tað er vatndópurin. (Matt 3,11; 28,19; Áps 2,38; 1 Kor 12,13; Gal 3,1-2; Ef 1,13-14; Tit 3,5)
c. Heilagi Andin arbeiðir fyri at skapa góðan ávøkstur í lívi teirra, sum hoyra Jesusi til.
Heilagi Andin virkar í lívinum hjá Guds barni fyri at skapa sunnan ávøkstur. Tað er eitt sinnalag, ið elskar Gud og næsta sín í verki. (Róm 8,1-17; Gal 5,16-26)
d. Heilagi Andin ger út Guds børn til tænastu fyri Jesus og gleðiboðskapin. Hann gevur hvørjum einstøkum eina ella fleiri náðigávur, ið skulu tæna Kristi likami.
Tað er eisini Heilaga Andans gerningur at kalla tey trúgvandi til tænastu fyri Jesus og veita teimum førleikar og styrki til hesa tænastu. Náðigávurnar eru fyrst og fremst til uppbyggingar fyri Kristi likam. (Jóh 15,26-27; 1 Kor 12-14; Ef 4,7-16)
e. Heilagi Andin gevur eitt margfeldi av náðigávum. Tó at tær boðandi náðigávurnar hava størri týdning enn aðrar, skulu vit tráa eftir øllum náðigávunum.
Sambært Nýggja Testamenti eru náðigávurnar ymiskar. Tað er ein ávís raðfesting í týdningi av náðigávunum. Kortini skulu vit tráa eftir teimum øllum og ikki forða nakrari náðigávu, ið er til uppbyggingar. (1 Kor 12,28-31; 14,1-25.39; Ef 4,11-16)
Frelstur við trúgv
a. Av óendaliga kærleika sínum til øll menniskju sendi Gud son sín í heimin at gera allan heimin sáttan við seg.
Gud vil, at øll menniskju skulu verða frelst. Tí tók Jesus allar heimsins syndir á seg og doyði í syndarans stað, tí er øll skuld okkara kvittað. (Róm 3,23-24; 2 Kor 5,14-15.19; 1 Tim 2,4-6; Hebr 2,9)
b. Frelsan er av náði eina. Grundað á Krists verk verður syndarin frelstur.
Jesu fullgjørda frelsuverk á Golgata er einasta frelsugrundarlag. Eftir syndafallið hvørki vil ella kann eitt menniskja sjálvt koma til Guds. Tí má Guds Andi kalla tað til Jesus við gleðiboðskapinum. Frelsan er ókeypis og óuppiborin, hon er ikki av trúnni í sjálvum sær, heldur ikki av angri, bøn, bót ella øðrum andligum venjingum, men eina av náði. (Róm 3,19-31; 4,16; 11,6; Ef 2,8-9; Ják 1,18.21; 1 Pæt 1,23-25)
c. Syndarin verður frelstur við trúgv eina. Trúnna skapar Guds Andi við gleðiboðskapinum um Jesus.
Syndarin tekur ímóti frelsuni við trúnni. Trúgv er fyrst og fremst álit á Kristus og boðskapin um hann. Trúgvin er sum ein tóm hond, ið tekur ímóti eini veldigari gávu, tí er tað ómøguligt at koma fram fyri Gud uttan trúgv. Guds Andi leggur trúnna í hjarta syndarans við at boða honum ta fríu frelsuna í Jesusi Kristi. (Róm 1,16; 3,19-31; 4; Ef 2,8-9; Hebr 11,6; Ják 1,18.21; 1 Pæt 1,23-25)
d. Náðin og trúgvin eru neyðug alt lívið hjá Guds børnum.
At vaksa í kristnari trúgv er at verða støðugt meira tengdur at Kristusi og frelsandi náði hansara. Gerningar frelsa hvørki fyri ella eftir umvendingina. (Róm 8,1; 11,6; Gal 3; 1 Jóh 5,11-12)