Góð undirtøka til jólastovuna

Mikudagin28. des. kl.18.00, bjóðaði Barnaringurin í Tabor á Toftum til jólastovu.
Jólastovan er “endabresturin” á arbeiðinum hjá Barnaringinum áðrenn jól.
Tá savnast børn, foreldur, ommur, abbar og onnur til eina hugnaløtu.
Á skránni var felagssangur, Barnakórið sang og Aage Dysselgaard segði frá missiónsarbeiði í Kambodja. Eisini vórðu heilsanir frá teimum fýra útimissiónstrúboðarunum, sum barnaringurin stuðlar og frá tveimum børnum í Manilla, sum barnaringurin eisini stuðlar.
Aftaná varð møguleiki hjá foreldrunum at keypa teir lutir, sum børnini høvdu gjørt í heyst.

So varð bjóðað til Nepalskan grýturætt í kjallaranum, sum Sharmila og beiggin høvdu gjørt.
Tá maturin var komin niður um, var burturluting á skránni. Væl gekk at selja, og tá peningurin frá burturlutingini og av søluni av gjørdu lutunum varð gjørdur upp, vóru 48.000 kr. komnar inn til útimissiónsarbeiðið.
Leiðslan fyri Barnaringin takkar hjartaliga fyri stuðulin, sum fer til Útimissiónarbeiðið og til Sat-7 Kids. Gleðiligt var eisini at uppliva, at umleið 300 fólk vóru til jólastovuna.

Myndir frá Jólastovuni kunnu síggjast her