Barnaringurin

Mikudag kl. 17.30 (annanhvønn mikudag í vetrarhálvuni)
Forkvinna: Anna Maria Kass Henriksen, tlf. 74 77 95

Vit syngja, biðja, hoyra bíbliusøgu og frásagnir frá føroyskum trúboðarum úti í heimi. Vit gera eisini ymiskt ítriv, sum verður selt, og eru á hendan hátt við til at stuðla hesum trúboðarum við forbøn og fíggjarliga.

Børn frá 6 til 14 ár eru vælkomin í Barnaringin.