Heima í Føroyum hava tit nú heyst við nógvum vindi og regni. Her í Thailandi er einki heyst, men veturin er longu komin, hóast her hvørki er kalt ella ringt veður. Regntíðin er farin og vetrartíðin er byrja.
Hesa tíðina á árinum verður rísið heysta.Tað bleiv sáað í maj. Áðrenn heystingin kann byrja, má tað vera turt í nakrar vikur. Tað er júst tað veðrið vit hava nú; turt og ikki so ræðuliga heitt uml. 25 stig.
Virksemi í kirkjuni
Arbeiðið í kirkjuni heldur áfram, við seks arbeiðsdøgum um vikuna og einum hvíludegi. Týsdag verður farið í bygdina Nong-Kahm, sum er nær við kirkjuna. Har møta fýra til seks børn til ensktundirvísing. Eftir enskt undirvísingina verður farið í eitt heim at hava møti.Har verður sungið, talað frá Guðsorði og biðið. Mikudag
verður farið í bygdina Chiang Khrúa, har tað somuleiðis verður hildið møti. Av tí at tað ikki longur liggur fyri hjá mær at fara til hesa bygdina, vegna arbeiðið, er ensktundirvísingin nú skipað av tveimum newzealendskum trúboðarum Peter og Lynley. Hósdag verður farið í triðju bygdina, sum eisini er nærhendis kirkjuni. Bygdin kallast
Khwao-Yai og har samlast tvær familjur til húsmøti. Fríggjakvøld er bønarmøti í kirkjuni, har tað er sangur og bøn. Leygarkvøld verða sangirnir til sunnudagin vandir, og eisini verður kirkjan gjørd rein.
Sunnudag byrjar gudstænastan í kirkjuni kl 10.30. Her møta uml. 25 vaksin og 10 børn. Samlaða talið á teimum, sum koma í kirkju, er minkað næstan við eini helvt, tí tey úr bygdini Chiang Khrúa koma ikki longur. Síðani tey fingu depilin, hava tey hildið sína egnu gudstænastu í bygdini. Har samlast uml. 40 til møti mikukvøld og sunnukvøld. Mánadag halda presturin og tey sum arbeiða fulla tíð í kirkjuni frí. Virksemið er nógv og tað skulu nógvar góðar kreftir til at dríva arbeiðið allar dagarnar í vikuni.
Eitt sindur um søguna hjá kirkjuni
Arbeiðið í kirkjuni byrjaði fyri 5 árum síðani, tá ið presturin Yoomi Che kom til Mahasarakham frá Suður Korea. Hon byrjað á málskúla í Bangkok og fór síðani við egnum bili og nakað av klæðum til Mahasarakham. Fyrstu tíðina leigaði hon eitt kamar og hevði undirvísing í koreanskum fyri næmingum á fróðskaparsetrinum. Nakað seinni fekk
hon leiga seg inn í ein íbúðarblokk í trimum hæddum. Fyrsta – og miðhæddin blivu brúktar til virksemi hjá kirkjuni. Fyrsta sunnudagin hon hevði gudstænastu vóru tey bert fýra fólk. So við og við løgdust fleiri og fleiri til. Eftir trimum árum byrjaði at fyllast í báðum hæddunum.Tíðin var komin til at hugsa um at byggja ella leiga seg inn í størri høli. Avgjørt bleiv at keypa grundøki og byggja. Soleiðis byrjaði arbeiði hjá Yoomi Che í Mahasarakham.
Tá avgerð var tikin um at byggja, blivu uml. 1600 m2 av jørð keyptir. Keypið fór fram í juli 2014 og kirkjan stóð liðugt bygd í februar 2015. Sama mánað bleiv kirkjan vígd við gudstænastu.Tað komu nógv fólk til vígsluna, so at kirkjan var næstan full. Eitt stórt ferðalið úr Suður Korea var eisini við til vígsluna. Nógvur peningur skuldi til fyri gjalda grundøkið og til at byggja kirkjuna. Ein stórur partur av fíggingini kom úr Suður Korea og restin bleiv fíggjað av thailendarum. Arbeiðið at fáa fígging til vega, var sera nógv merkt av Guðs undurfullu leiðslu og miskunn. Kirkjan bleiv vígd og tikin alment í brúk 10 februar, klár at húsa víðkaða virkseminum. Alt arbeiðið hjá kirkjuni, hevur fingið sera góðar karmar. Virksemið helt áfram í nýggju kirkjuni við møguleikum fyri meira virksemi. Fyrsta brúdleypi í kirkjuni bleiv hildið 20. juni, har tvey, sum høvdu hildið saman leingi, blivu gift. Nógv fólk vóru og skottaðust.
Fyrsta føðingardagshald hjá kirkjuni bleiv hildið 13.september. Gestir komu frá einari aðrari kirkju at halda dagin saman við okkum. Gudstænasta bleiv hildin sum vant um morgunin. Eftir ein góðan døgurða, bleiv skipað fyri ítrótti í einum skúla nærhendis. Har bleiv spældur bæði flogbóltur og fótbóltur. Undirtøkan var góð og lagið gott. Eisini hevur kirkjan verið karmur fyri einum felags fundi fyri kirkjunum í økinum. Fyrsta ári hjá kirkjuni hevur víst, at góðir karmar hava jaliga ávirkan á virksemi hjá kirkjuni
Dópur
Sunnudagin 26.september bleiv dópur hildin. Nýggju fólk í øllum aldri blivu doypt. Tann yngsta, ein genta, var 9 ár og tann elsti, ein maður á uml. 60 ár vóru øll doypt í einum demningi 40 km frá kirkjuni. Summi av teimum doyptu hava hoyrt til kirkjuna í fleiri ár, onnur í nakrar mánaðir og onkur í heilt stutta tíð. Byrgingin er gjørd fyri at samla vatn til landbrúki í økinum, tá turt er. Við vatnið eru smáar strendur, har matur verður seldur og har er gott at sita. Hesi støð egna seg sera væl til tiltøk og eisini til dóp. Tað var ein sera vøkur og hátíðarlig løta . Eftir dópin
bleiv borðreitt við nógvum góðum mati og fleiri fóru ein svimjitúr í vatninum. Ein hátíðardagur við dópi, góðum mati og nógvum fólki.
Bíbliur til Laos
Seinast í oktober fór eg til Laos við bíblium.Vit vóru átta í ferðaliðinum og vit bóru 320 bíbliur yvir um Mekong ánna, sum er mark ímillum Thailand og Laos. Seks í ferðaliðinum vóru úr Amerika, umframt ein thailendari og eg. Amerikanararnir høvdu ferðast langan veg fyri at bera bíbliur til Vietnam og Laos. Tey steðgaðu í einans tíggju dagar og gjørdu heilar tríggjar túrar. Tveir til Vietnam og ein til Laos. Bíbliurnar blivu pakkaðar í ferðataskur, sum vit løgdu í kuffertrúmið í einum bussi. Busstúrurin tók tríggjar tímar. Teir, sum tóku ímóti bíbliunum vóru blíðir
og tíðir. Teir søgdu frá, at enn er tørvur á bíblium, men júst nú er størri tørvur á sálmabókum. Fólkini sum koma til trúgv í Norður-Laos ynskja at læra sangirnar, sum sungnir verða í kirkjuni, men fáa tíverri ongar sálmabøkur. Goymslurnar við sálmabókum eru í løtuni tómar, so tað er framvegis tørvur á, at fleiri bera tilfar til fólkið í Laos. Túrurin við Guðsorði til Laos gekk sera væl.
Súkkla til Pa-Hua
Ein súkkla bleiv eisini givin til vinirnar í Laos. Presturin, sum tók ímóti okkum hevði frammanundan skrivað, í einum t-posti, at ein genta í bygdini, har hann er prestur, tørvaði eina súkklu, so hon kundi súkkla langa strekkið, til skúlan. Persónligar gávur úr Føroyum fóru til at fíggja hesa nýggju súkkluna, umframt fallhjálm og ljós. Nú kann lítla Pahua, sum gentan eitur, súkkla teir fýra kilometrarnar í skúla og heimaftur.
Tøkk
Til seinast vil eg siga tykkum øllum hjartaliga tøkk fyri stuðul og peningahjálp til arbeiðið er í noðureystur Thailandi. Økið er sera stórt við uml 21. milliónir íbúgvum. Vit í kirkju okkara og trúðboðararnir her í økinum, klára ikki at náa øll við evangeliinum, tí vit eru ov fá. Men Guðs náði og tykkara stuðul geva okkum kraft at halda áfram í arbeiðinum. Vit tykkara hjálp og gávum vera signingar bornar til tað thailendska fólkið. Við heilsu úr 1 Pæturs-brævið kapitul 5 vers 4
“tá ið yvirhirðin verður opinberaður, skulu tit fáa hin ófølnandi krans
dýrdarinnar”