Skráin fyri páskahalguna

20/3-2016

Hetta skriv er komið frá stýrinum fyri missiónshúsið.

Skírisdag 24/3 er altargongdsgudstænasta í Frírikskirkjuni kl. 17.00

Langafríggjadag 25/3 er møti kl. 18.00 v/ Kristu Magnussen, Streingjakórið syngur.

Páskaaftan byrjar páskastevna á Glyvrum sum Toftir, Glyvrar, Rituvík og Søldarfjørð skipa fyri. Av somu orsøk verður einki møti í Tabor 1. og 2. páskadag.

Eingin sunndagsskúli verður í Tabor 1. páskadag, víst verður til páskastevnuna á Glyvrum har okkurt er til børn í samband við møtini.

 Væl møtt til hesi tiltøk

 Stýrið fyri Tabor

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.