Góð útferð

Sunnudagin 22. mai gjørdu seinnapartssamkoman og sjómanskvinnuringurin útferð til Gjáar.
Farið var frá Tabor kl.10  við privatbilum. Gudstænastan byrjaði ikki fyrr enn kl. 12, so vit høvdu góða tíð. Vitjað varð niðri í gjónni og við minnisvarðan áðrenn gudstænastuna. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar var prestur og hevði dóp.
Sama sunnudag, 70 ár frammanundan, var Gjáar kirkja vígd, so tað var ein søguligur dagur hjá kirkjuni.

Aftaná gudstænastuna  greiddi  Páll Sivertsen frá um kirkjuna og søgur úr bygdini.

So varð farið niðan á Gjáargarð til ein góðan døgurðabita. Páll og konan Berit vóru við.

Klokkan 15. lá leiðin útaftur á Toftir.
Takk fyri eina góða útferð.

Bæði seinnapartssamkoman og sjómanskvinnuringurin fóru tá í summarfrí.
Um Gud vil og vit liva, so byrja bæði arbeiðini aftur í heyst.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.