Heilsan úr Teilandi
24/8-2016
Heimasíðan hevur fingið eina heilsan frá Ernst og Khem Magnussen, úr Teilandi.
Tabor heilsan, summarið 2016
Mahasarakham 18. aug. 2016
Góðu vinir
Nú longsti dagur á árinum á norðara hálvkúlu er farin aftur um bak enn eina ferð, er tíðin komin at takka fyri farnu mánaðirnar. Hóast dagarnar styttast, er framvegis nógv ljóst fyri framman.
Meðan lembingin fór fram í Føroyum, var heitasta tíð í Thailandi. Hjá tykkum bera lombini, fuglarnir og blómurnar boð um summar, vón og lív. Meðan í Thailandi er um somu tíð alt avsviðið. Hvør á og hvør ósi er upptornað og neytini hava trupult við at finna nakað gras. Nú tit hava summar, er regntíð her. Regnið ber boð um vøkstur, vón og lív fyri thailendarar. Markirnar, sum flóta í vatni eru grønar og vakrar á at líta. Hóast árstíðir og veðurlag í hesum báðum londum er so ymiskt, so er kortini nógv gott at gleðast um, tí Guð er tann sami, og hann gevur ávøkst.
Summarfrítíð
Í Føroyum er summarfrítíðin í skúlanum ein sera væl dámd tíð bæði fyri næmingar og lærarar. Tað er tíðin, tá veðrið er gott og nógv spennandi fer fram. Børn fara á summarlegur, vitja ommur og abbar, og summi fara uttanlanda. Í Thailandi dáma tey eisini væl at hava frí, men her er ikki so vanligt at børn fara á legu ella fara uttanlanda. Tey flestu eru heima í bygdini, og her spæla børnini spøl, sum tey hava lært ella sjálv finna uppá. Við nýmótans tøkni er ein avbjóðing hjá ungum barnafamiljum, at verja børnini frá at blíva heilt bundin av telduspølum. Tá summarfrítíð er, hava børnini nógva frítíð, men tey vaksnu eru framvegis sera upptikin og megna tey tí ikki so væl at ansa eftir, hvat børnini fáast við. Tessvegna eru nógv børn forsømd og fáast við ymskt, sum ikki er so gagnligt. Hetta er samstundis ein lagalig tíð hjá kirkjuni at skipa tiltøk við góðum og mennandi innihaldi, sum familjur við áhuga kunnu senda børn síni til.
Summarlegur
Okkara kirkja hevur undanfarnu árini hildið summarlegur í nøkrum bygdum, ikki so langt frá kirkjuni. Farið var í tríggjar ymiskar bygdir í tíðarskeiðinum mars, apríl, maj. Skipað var soleiðis fyri at farið var í eina bygd ein dag, í ein aðra bygd næsta dag og í ta triðju tann triðja dagin. Tað vit gjørdu var allastaðni tað sama. Tað bleiv undirvíst í enskum, sangi, bíbilsøgum, og ymiskum hondarbeiði. Øll undirvísing og samskifti fór fram á thailendskum, men tilfarið, sum bleiv brúkt í enskt undirvísingini var á enskum. Tilfarið var kopierað úr bókum, sum verða brúktar í skúlum í Thailandi. Eitt toymi við 4-5 leiðarnum fór saman til bygdirnar. Í hvørjari bygd vóru uml. 10-20 børn í aldrinum 7-14 ár, sum luttóku. Royndirnar frá undanfarnum árum hava verið góðar, men umstøðurnar har undirvísingin fór fram vóru ójavnar, og so er tað sum oftast so sera heitt.
Summarlegan 2016
Hóast karmarnari fyri legurnar undanfarnu árini hava verið knapt so góðar, so vóru tær betur í ár. Fyri fyrstu ferð bleiv summarlegan hildin í okkara nýggju kirkju, sum í ár var klár at hýsa leguni. Nú komu børnini úr bygdunum í nærumhvørvinum í kirkjuna, heldur enn at leiðararnir fóru út í bygdirnar til børnini. Uml. 50 børn samlaðust yvir eitt tíðarskeið á seks vikur.
Áðrenn skúlarnir fóru í summarsteðg bleiv farið á skúlarnar at lýsa við leguni. Lýst bleiv í fýra skúlum í fýra ymiskum bygdum. Skúlarnir eru fyri børn í fyrsta til sjeynda flokk og eru uml. 100 børn í hvørjum skúla. Í øllum fýra skúlunum møttu vit einans vælvilja, tá vit bóðu um loyvi at lýsa við tiltakinum. Av teimum 400 børnum, sum fingu kunningina komu 50. Tað vísir, hvussu týdningarmikið tað er at kunna væl um tey tiltøk, sum verða skipað.
Legan varð hildin frá fyrst í mars til hálvan mai, tó ikki tað einu vikuna, tí tá var tað thailendska nýggjárið hildið; eisini kallað vatn-festivalurin. Hesar vikurnar møttu børnini í kirkjuni hvønn týs-, miku-, hós- og sunnumorgun. Byrjað varð kl. 8.30 og fóru tey heim aftur kl. 2 seinnapart. Til leguna vóru 5-6 leiðarar, sum høvdu ábyrgdina av undirívísingini, matgerðini og at senda børnini til hús aftur. Børnini hjálptu til við at taka uppvaskið og gera gólvini rein, hetta fyri at lætta um hjá leiðarunum og at læra tey at taka hond í. Hesar fimm vikurnar vóru sera góðar bæði fyri børn og leiðarar.
Eftir fyrstu royndina at skipa legu í kirkjuni, vóru tey flestu samd um, at tað eru fleiri fyrimunir at fáa børnini at koma í kirkjuna á legu, heldur enn at leiðararnir fara út í bygdirnar at halda legur har. Hendan fyrsta royndin var sera væleydna og verður væntandi gjørd aftur komandi ár.
Skráin fyri leguna
Sum nevnt, gekk legan fyri seg hvønn týsdag, mikudag, hósdag og sunnudag. Møtt varð kl. 8.30 og dagurin endaði kl. 14.00. Á skránni var andakt við sangi, enskt undirvísing, døgurði og tónleikaundirvísing.
Andaktin, sum vardi ein hálvan tíma, byrjaði við sangi og bøn. Síðani fortaldi av einum av leiðarunum eina søgu. Søgan var altíð knýtt at einum bíbliuteksti. Sangirnir vóru allir á thailendskum.
Eftir andaktina var undirvísing í enskum. Børnini blivu býtt upp í fýra bólkar eftir aldri. Tilfarið til ensktundirvísingina varð kopierað úr skúlabókum. Børnini tóku tilfarið við sær heim, og eisini fingu tey skúlating at gera hvønn dag.
Á middegi var døgurið, sum tveir leiðarar gjørdu. Tveir ella tríggir rættir vóru aftir við rísi. Nøkur børn høvdu rís við heiman ífrá. Eftir døgurða var ymiskt hondarbeiði á skránni. Børnini gjørdu pappmaskeð, málaðu, teknaðu, o.a.
Tá hondarbeiðið var liðugt, varð undirvíst í tónleiki. Undirvíst bleiv í gittara og klaveri. Tá dagurin var at enda komin, blivu børnini heintað av foreldrunum, ella koyrdi heim av onkrum av leiðarunum.
Legan endaði við einari framførslu fyri foreldur og avvarandi. Framførðslan bleiv hildin 19. maj. Undan framførsluna vandu børnini sang, samtalur, bæði tvey á enskum, og dans, sum tey so framførdu fyri foreldrunum. Uppmøtingin var góð, og tað gekk væl at framføra. Eftir framførsluna fingu tey heiðurslønir fyri gott avrik og góða uppmøting. Tá framførslan og heiðurshandanin var liðug varð bjóðað til nátturða. Børn og avvarandi vóru væl nøgd við framførsluna og leguna sum heild.
Endamálið við leguni
Endamálið við leguni var at fáa samband við børn og vaksin í nærumhvørvinum og geva teimum nakað gott í summarsteðginum; eitt gott íkast til longu dagarnar hjá børnunum, sum einki annað høvdu at fara til. Eisini var endamálið at fáa varandi sambond við børnini. Tey fingu tí tilboð um at halda áfram at koma í kirkjuna leygardag og sunnudag til enskt undirvísing og aðra undirvísing. Tí verður skipað fyri undirvísing hvønn leygardag og sunnumorgun. Til hesi tiltøk eru uml. 20 børn møtt, og eru tey eisini komin á sunnudagsskúla, sum er sunnumorgun.
Bygdin Nong-Kam og endin á arbeiðinum har
Bygdin Nong Kahm er ein lítil bygd við uml. 200 íbúgvum. Tey flestu eru rísbóndur ella hava eitthvørt láglønt arbeiði á fróðskaparsetrinum, sum eru tætt við.
Fyri tveimum árum síðani, tá lendið til kirkjuna bleiv planerað, luttók bygdarráðsformaðurin úr Nong-Kam í arbeiðinum. Hann eigur hóskandi maskinur til útgrevstur og planeringsarbeiði. Hann hevði ynski um, at kirkjan kom at skipa fyri undirvísing í hansara bygd, sum liggur uml. 7 km. frá kirkjuni. Tí ynskinum gekk kirkjan á møti og byrjaði stutt eftir við einum tiltaki ein dag um vikuna.
Tiltakið fekk góða undirtøku frá byrjan, og foreldur vístu eisini áhuga fyri tiltakinum. Børnini í bygdini blivu eisini bjóðað at koma til meira undirvísing í kirkjuni. Fú-Ang, ein av gentunum, vísti serligan áhuga fyri at koma í kirkju. Hon kom trúføst á sunnudagsskúla og bleiv seinni doypt. Hon kemur framvegis fast í til sunnudagsskúla og onnur tiltøk hjá kirkjuni.
Seinasta ár var Nong-Kam ein av bygdunum, sum kirkjan skipaði summarlegu í. Tað gekk væl og undirtøkan var góð. Eftir summarleguna í fjør bleiv hildið áfram við vikuliga tiltakinum, sum var týsdag seinnapart. Tiltakið var hvørja viku fram til seinast í mars í ár. Av tí at avgerð var tikin um at hava summarleguna í kirkjuni í ár, var einki tiltak í bygdini í summarsteðginum. Eftir summarsteðgin var tiltakið týsdag tikið upp aftur, men nú var undirtøkan sera lítil, ja so lítil, at avgjørt varð at leggja tiltakið niður og ístaðin skipa fyri flutningi til tiltøkini í kirkjuni leygardag og sunnudag. Børnini við áhuga koma í kirkjuna til enskt-undirvísing og sunnudagsskúla. So hóast tiltakið hevur verið skipað fast í tvey ár, kom tíðin til at leggja tað niður.
Gott samband er framvegis við bygdarráðsformannin, sum hevur verið sera jaligur mótvegis kirkjuni. T.d. bleiv fyri fyrstu ferð nakrantíð skipað fyri jólahaldi í bygdini seinastu jól. Vit vóna at áhugin kemur aftur, og at vit tá kunnu taka arbeiðið uppaftur av nýggjum.
Bíbiltími fyri enskttalandi tilflytarar
Í oktober seinasta heyst var farið undir at hava sunnukvøldsmøti eina ferð um mánaðin fyri okkum, sum eru tilflytarar í Thailandi. Hetta vardi fram til januar, tá sunnukvøldsmøtið bleiv umskipað til bíbliutíma hvørt leygarkvøld fyri øll við áhuga, og soleiðis hevur verið síðani við svingandi undirtøku.
Bíbliutímin byrjar við sangi, lisið verður úr bíbliuni og úr eini andaktsbók, og endað verður við bøn. Av og á er nátturði aftaná. Til bíbliutímarnar hava ikki færri enn átta fólkasløg verið umboðað. Fólk úr Amerika, Australia, Føroyum, India, Kina, New Zealandi, Suður Korea og Thailandi hava luttikið. Tað kemur eisini fyri, at eingin útlendingur kemur, men tó koma nøkur thailendsk úr kirkjuni. Tá verður bíbiltímin hildin sum vant við sangi og lesnaði á enskum, men tá orðið verður givið frítt, verður tosað thailendskt. Hetta er eitt gott høvi hjá útlendingum at møtast og ein góður møguleiki hjá teimum thailendsku at tosa enskt.
Laos túrur Mikudagin 25. maj bleiv enn einaferð farið til Laos við bíblium. Túrurin byrjaði tíðliga um morgunin og vóru vit trý mannfólk í bilinum. Í Nong Khai, sum er býurin við brúnna yvirum Mekong ánna, fóru vit á eina goymslu eftir bíbliunum, sum vit skuldu hava við okkum. Tá bilurin var fullfermdur, bleiv koyrt til brúnna har vit skuldu avgreiða ymisk pappír bæði fyri bilin og okkum sjálvar. Bilurin, sum var tann sami, sum seinast farið varð til Laos, hevði ikki øll pappírini, sum skuldu til, so tað bleiv til sjeynd og síðst ikki møguligt at fara yvirum við dýrabaru bíbliunum. Men so bleiv ístaðin skipað so fyri, at bøkurnar, klæðini, og aðrar gávur, vit høvdu í bilinum, blivu goymd í einari kirkju í Nong Khai. So skuldu tey sum viðføri var ætlað til, sjálv koma í kirkjuna í Nong Khai eftir tí seinni. Fyri meg sum fyrrverandi sjómann minti hetta nógv um at koma aftur sum ongul í reyv, hóast einki var mist. Vit tríggir í bilinum høvdu annars ein góðan túr í allar aðrar mátar og møttu sera góðum fólki í kirkjuni. Tey sum einaferð fáa gávurnar verað helst glað fyri tær, hóast tað ikki eydnaðist okkum at fáa tær til teirra. Samband er framvegis við prestin, sum skuldi fáa gávurnar og frá honum frættist, at tey eru byrja at flyta bíbliurnar yvir um brúnna.
Dópur Hin 5. juni var dópur hildin enn einaferð. Hesaferð vóru tað Gja og Earth, sum blivu doypt. Tey bæði eru systkin, Gja er stóra systur og Earth er lítlibeiggi. Tey bæði hava hoyrt til kirkjuna, síðani tey vóru ávíkavist 9 og 6 ára gomul, nú eru tey 15 og 12. Tey hava ment seg sera nógv hesi árini. Tað hevur verið sera áhugavert at sæð, hvussu tey hava tikið seg fram og klára seg betur í skúlanum enn áður. Tey bæði luttaka fast til tiltøkini, sum eru í tí nýggja deplinum, í Kiang-Krøa (Chiang-Krøa), ein onnur bygd kirkjan hevur vitja nøkur ár. Har luttaka tey við sangi og at spæla á ljóðføri.
Nýggj bygd at undirvísa í enskum Síðani tiltakið í bygdini Nong-Kahm helt uppat, hevur ynski verið at byrja sama tiltak í onkrari aðrari bygd í økinum. Keðd (Ched), sum er sølumaður og hoyrir til kirkjuna, hevur gott samband við fólk í bygdini Ta-Kán-Jang. Har hevur ein kona bjóðað okkum at skipa okkara tiltak í heimi sínum, og hon hevur bjóðað uml. 8 børnum í bygdini at vera við. Tríggir leiðarar frá kirkjuni hava longu verið og skipað fyri ensktundirvísing, handarbeiði, og kristnum sangi í hesi bygdini. Byrjanini hevur verið góð og vónað verður, at tiltakið kann halda áfram og at vertur okkara framhaldandi vil hýsa okkum. Hvør veit, um hon møguliga er ein, sum Guð hevur fyrireika at møta Jesusi, eins og Lýdiu í Filippi.
Bønar rakettir
Regn er nokk av í Føroyum, men regnar tað ikki í nakrar vikur tømast vatngoymslurnar skjótt. Regn hevur týdning fyri øll menniskju alla staðni. Regnar tað ov mikið í Thailandi fløðir uppum áarbakkarnar og so er vatnflóð. Regnar tað ov lítið verður turkur.
Í Thailandi hevur regnið sera nógv at týða; serliga fyri rísbøndurnar. Regnið, sum øllum kunnugt, kemur omanífrá. Thailendara hava ongan ávísan gud at biðja til um at senda regn. Ístaðin hava tey ein sið, sum er at senda bønarrakettir upp í luftina. Hesar rakettir eru væl stórri og kraftigari enn nýggjársrakettirnar, vit kenna, og tí fara tær eisini sera høgt. Rakettin verður send um dagin, og í góðveðrinum sæst ein langur hali av royki móti tí bláu luftini. Hesin gamli siður verður hildin, í vón um at fáa regn at koma av himli. Í dag verður hesin siður hildin víða um, bæði í álvara og gaman. Hvør landspartur hevur eitt tíðarskeið upp á eina viku at skóta í. Hetta er soleiðis skipað, fyri at rakettirnar ikki koma upp yvir eitt alt ov stórt økið ísenn. Hesin siður verður serliga hildin í norðureystur Thailandi, Isan, sum er økið, har vit búgva. Økið er, uml. 160.000 km2 til støddar, sum er fleiri ferðmetrar enn Ongland (sum er 130.000 km2). Um hesar rakettir koma upp yvir alt Isan samstundis, er vandi fyri, at tað ávirkar flogferðsluna. Í ár er nógv regn komið niður og rísmarkirnar hava tað gott. Hví tað er so, lata vit vera ósvarað her.
Samandráttur og bønarevni
Farnu mánaðirnir hava verið ein góð tíð fyri kirkjuna. Kirkjan hevur fyri fyrstu fer verið karmur um eini summarlegu og onnur tiltøk. Eisini, hevur eydnast at fingið samband við fleiri børn og vaksin í nærumhvørvinum. Harafturat, hevur verið dópur har tvey ung eru doypt og hava alment játtað trúgv á Harran Jesus. Tað síðsta, sum er hent, er at enn ein bygd hevur bjóðað okkum vælkomin at skipa ensktundirvísing. Tí kann ein gleðast, um tað nógva góða, sum er farið fram.
Tó at vit hava nógv at gleðast um, so eru vit eisini hørm um, at tiltakið í bygdini Nong Kahm mátti stegða vegna vantandi undirtøku. Vit eru kortini í góðari vón um, at Guð, sum svarar bønum, veit hvar hann vil leiða okkum víðari.
Ynski við teimum skipaðu tiltøkunum, er at menna børnini og geva teimum góðan førleika í enskum. Harafturat er eisini ynski at signa bygdina við gleðiboðskapinum um Jesus og bjóða bygdarfólkinum við í kirkju.
Tá gleðiboðskapurin um Jesus kemur til eina bygd, verður samstundis eitt stig stigið yvir um markið, har fíggindin, djevulin, hevur valdað so leingi. Tað er tí alneyðugt at biðja fyri, at ætlanir okkara eru sum Harrin vil hava tær at vera. Tað má vera Harrin, sum leiðir okkum til tey menniskju, hann ætlar okkum at leiða til sín. Til hetta vilja vit her úr Thailandi biðja tykkum um at biðja saman við okkum.
Takk fyri alla forbøn og stuðul.
Við heilsu frá Jónas 4, 10-11
v10 Og Harrin segði (við Jónas): »Tú harmast um oljurunnin, ið tú einki stríð hevur havt av og ikki alt upp, sum varð til eftir einari nátt og hvarv eftir einari nátt, v11 skuldi eg tá ikki harmast um Nineve, borgina miklu, har sum meira enn tólv ferðir tíggju túsund menn búgva, ið ikki duga á at skyna høgru ella vinstru – og nógvur fenaður?«
Kærar heilsur
Khem og Ernst