Møti nýggjársdag

31/12-2016

Av Nesbakk umborð á YWAM PNG

Hann fer frá línuskipi umborð á eitt hjálpar –og missiónsskip, frá fiskaarbeiði til missiónsarbeiði, frá Norðsjónum og Barentshavinum til tropiskt klima við uml. 35 hitastigum til Papua Nýguinea.

Jú, tað verður ein stór broyting fyri nesmannin Tormóð Nesá, sum 2. januar fer úr Føroyum og skal flúgva til Papua Nýguinea. Har skal hann verða í knappar tveir mánaðir umborð á missiónsskipinum YWAM PNG, sum “Youth with a mission” eigur og rekur.

Tormóð skal vera dekkari og taka hond í ymiskt umborð. Harafturat skal hann vera skipari á mobbátunum, sum sigla læknar og onnur hjálparfólk í land, har ongar bryggjur eru hjá skipinum at leggja at. Skipið kemur at sigla á eystursíðuni á Papua Nýguinea.

Tormóð er spentur at fara avstað og grundirnar eru fleiri.   Skiparin á YWAM PNG frá 1. Jan. 2017 verður norðmaðurin Jan Oskar, sum hevur verið skipari á Nesbakk, meðan Tormóð hevur verið við. Harafturat er tað sjálvt missións –og hjálpararbeiðið, sum hevur hansara áhugað. Eftir ætlan verður Tormóð aftur í Føroyum 28. februar. Nakrar dagar seinni fer hann umborð aftur á Nesbakk, sum hann hevur siglt við síðstu 11 árini. Á møtinum í Tabor á Toftum nýggjársdag kl.18.00 fer Tormóð at kunna um ferðina og arbeiðið. Harafturat fer hann at vísa filmsbrot frá arbeiðinum. Eisini verður forbøn fyri Tórmóð og arbeiðinum.

Tormóði verður ynskt góða ferð og Guds signing.

Meiri fæst at vita um arbeiði á hesum heimasíðum:
www.ywamships.org.au  og á  www.ywamtownsville.org

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.