Missiónsvikan – Leygardagur

17/2-2017

Nú eru vit komin til næstseinasta dagin í missiónsvikuni í ár, og tað er nógv á skránni, bæði til børn og vaksin.

Morgindagurin byrjar við morgunmati og bíbliutíma kl. 10.00. Tað verður Bergur D. Joensen, prestur sum kemur at hava bíbliutíman.

kl. 16.00 verður eitt barnamøti. Tað verður Pól á Sondum sum kemur at boðar Guðs orð. Aftaná møti verður okkurt gott til børnini.

Kl. 19.30 verður so møti aftur. Tað verður Øssur Kjølbro sum tá talar yvir evni “frelsuvissa”. Sangin fáa vit frá Liljuni Jacobsen.

Kl. 22.00 verður ein lovsongsløtu, sum tey ungu skipa fyri.

Bønarløta er hálvan tíma áðrenn møti, tað vil siga kl. 19.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin, til øll tiltøkini.

Similar Posts