Missiónsvikan – Sunnudagur

S18/2-2017

Nú eru vit komin til síðsta dagin í missiónsvikuni í ár.

Dagurin byrjar kl. 11.00 við guðstænastu og altargongd. Tað verður við Ova  Brim presti.

Kl. 15.00 (ikki kl. 14.00) verður sunnudagsskúli. Her fara vit at hoyra um Jósva sum tók við eftir Mósesi. Eisini fara vit at hoyra framhaldsøgu frá sunnudagsskúlanum í dag.

Kl. 19.00 verður so síðsta møti á hesum sinni. Tað verður Øssur Kjølbro sum tá talar yvir evni “varðveisla í lívinum saman við Jesusi”

Sangin fáa vit frá okkara egna Tabor kórið

Innsavnan verður til Heimamissiónina á møtinum.

Bønarløta verður hálvan tíma áðrenn møti.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts