Heilsan úr Thailandi.

30/4-2017

Á møtinum síðsta sunnukvøld, bleiv nakað lisið úr einum brævi frá Ernst og Khem Magnussen.

Her ber til at síggja alt brævið frá teimum.

Heilsan til Thailands vinir í Føroyum

Innihald
Dópur í mars
Legur í mars, apríl og maj
Avmynstring og nýmynstring
Akum og familja hansara
Mamma David og Naomi

Góðu vinir.

Dópur í mars.
Seinasta sunnudag í mars var enn einaferð dópur hildin. Ein omma, ein mamma saman við tveimum børnum og trý ung blivu doypt í stóru vatnbyrgingini, sum er í grannalandspartinum Kalasin. Meðan dópsbørnini vassaðu út til prestin at verða doypt, sungu vit inni á sandinum.
Meðan tey gingu út bleiv sungið “I have decided to follow Jesus” ( Eg havi Jesusi valt at
fylgja.), og tá ið tey vóru doypt bleiv sungið “Hallelu hallelu hallelu halleluja, prísið Hans
navn!”. Mamman og bæði børnini hava gingið í okkara kirkju eina tíð, men hava verið
trúgvandi leingi og gingið í kirkju aðra- staðni. Nú var tíðin komin at lata seg doypa.
Maðurin, pápin, er ikki doyptur. Veðrið var av tí besta, ikki ov heitt, so tað bleiv skipað fyri
nøkrum spølum á sandinum aftaná. Ein góður og hugnaligur dagur har sjey thailendarar blivu doyptir.

Legur í mars, apríl og maj.
Aftur í ár skipar okkara kirkja fyri legum fyri børn í nærumhvørvinum, og ein lega verður
eisini hildin í Chiang-Krúa. Í ár verður legan hildin fýra dagar um vikuna, fríggjdag til
mánadag, tó bert fyrrapart. Børnini møta kl 9 og fara til hús kl. 12. Byrja verður við andakt og sangi, síðani er ensktundirvísing og til seinast handaligt ítriv. Uml. 30 børn eru tilmeldað. Vit eru hjálparfólk á leguni í okkara kirkju og hjálpa eisini fyristøðumanninum Wirachai at skipa eina legu í deplinum í Chiang-Krúa. Legan har er mikudag og hósdag frá morgni til seinnapart. Har møta umleið 25 børn. Vit sum hjálpa Wirachai eru tvey úr okkara kirkju og tveir trúboðarar úr Kalasin. Kalasin er landsparturin har bygdin Chiang-Krúa er. Umframt okkum eru Wirachai og dótturin, sum er liðug við student, og nakrar av kvinnunum í bygdini.
Kvinnurnar hjálpa við matgerð. Tað er spennandi at síggja, at depilin við teimum góðu
møguleikunum hann gevur, eisini kann vera karmur fyri kristiligum virksemi. Legurnar halda áfram til fyrstu og aðru viku í maj. Takk fyri forbøn fyri hesum átøkum.
Eg havi áður nevnt, at Wirachai er sera fittur í hondunum. Hann seymar taskur og ger annað handaligt í deplinum. Um onkur hevði verið áhugaður at komið at lært hann meira um smíð og handaligt virksemi, so kundi hann betur lært børnini somu handverk. Við betri førleikum og fleiri amboðum kundi hann t.d. skipað fyri einum handaligum og andaligum barnaringi í deplinum. Men sum nú er vantar honum upplæring og amboð. Øll hjálp er vælkomin!

Avmynstring og nýmynstring.
Peter og Lynley Capon, sum hava verið nevnd nakrar ferðir í mínum brøvum, mynstra nú av og fara heim til New Zealand at liva sum pensjonistar. Øll familjan býr í New Zealandi. Tey eiga trý vaksin børn og tvey barnabørn, umframt at mammurnar hjá báðum liva. Tey bæði hava verið í Thailandi í umleið tólv ár tilsamans. Peter og Lynley komu til Thailands fyrstu ferð í 2005 at undirvísa í enskum í eitt ár. Tá bleiv heitt á tey, um at verða verandi og halda áfram við virksemi teirra. Tey vóru fimm ár í Chiang Mai í norður-Thailandi. Síðani gjørdust tey varug við tørvin fyri trúboðarum í norðureystur-Thailandi, og avgjørdu at flyta til Kalasin, har tey hava búð og virkað í umleið sjey ár. Nú bæði eru væl oman fyri trýss ár, er tíðin komin at fara á pensjón og vera hjá familjuni í New Zealandi. Samstundis sum Peter og Lynley fara heim, er eitt annað par úr New Zealandi komið at virka sum trúboðarar í Kalasin.
Tey eru Illka úr Finnlandi og Maree úr New Zealandi. Tey hava búðstað í New Zealandi. Tey vóru trúboðarar í Thailandi í nøkur ár saman við børnum teirra, men tá dóttirin bleiv
álvarsliga sjúk, noyddust tey at fara heim aftur til New Zealand. Nú dóttirin er blivin vaksin og hevur fingið tað gott, eru tey vend aftur til Thailands at halda áfram sum trúboðarar. Av tí at tey hava verið seks ár burtur frá trúboðrar gerningum í Thailandi, mugu tey brúka nakað av tíð at fríska málið uppaftur, men eru annars til arbeiðis sum trúboðarar.

Akum og familja hansara.
Eg vil stutt nevna ein vin, sum er úr India, men býr í Thailandi. Hann eitur Akum og virkar
saman við konu síni í Chiang Mai landspartinum, sum er í norður-Thailandi. Tey eiga ein son saman og hava verið trúboðarar í Thailandi í umleið trý ár. Arbeið teirra hevur verið ímillum næmingar á einum fjarskotnum bíbliuskúla. Eisini hava tey gingið á málskúla fyri at læra seg thailendskt. Nú eru tey komin í ta ringu støðu, at tey skulu leingja uppihaldsloyvið, men hava ikki fígging til tað. Um eingin fígging fæst, so mugu tey helst fara heim aftur til India, men um so verður, hava tey helst heldur ongan pening til ferðaseðilin. Ein sera óheppin støða!
Kirkjan, sum hevur sent tey út, hevur vanliga goldið útreiðslurnar fyri tey, men hesu ferð er eingin peningur sendur teimum. Akum veit, at peningur skal til, men hevur valt at lýta á, at Gud fer at koma við eini loysn. Hann kallar hetta eina trúarsøk, og vil eg tí heita á tykkum trúgvandi at hugsa um teirra støðu og biðja fyri teimum.

Mamma David og virksemi teirra.
David eru ein vinmaður mín í Kambodja. Vit hava kenst, síðani fyrsta toymistúrin vit gjørdu til Kambodja í 2008. Hann er føddur og uppvaksin í suðureystur Kambodja. Hann er studentur og hevur so gingið fýra ár í bíbliuskúla. Hann bleiv giftur fyri seks árum síðani, og saman eiga tey tveir synir.
Farna mánað hendi tað syrgiliga, at mamma hansara doyði. Hon fekk eitt tilfeldi tíðliga ein
morgunin og mátti leggja seg aftur. Ein granni kom til hennara nakað seinni og varnaðist, at nakað var galið. Hon bleiv koyrd á sjúkrahús, men har høvdu tey ikki nóg góðan skannara at kanna hana. Hon bleiv síðani koyrd á sjúkrahús í Phonm Penh, høvuðsstaðnum, har hon fekk staðfest heilabløðing. Eingin sjúkrakassi eru í Kambodja, og tí blívir tað skjótt sera dýrt at verða innlagdur. Mamman, sum er fødd og uppvaksin í Vietnam hevur framvegis borgararættindi har. Tískil avgjørdi familjan at flyta mammuna til Saigon, har tey væntaðu betri og bíligari tænastu. Sjúkrahúsverkið í Vietnam er alment fíggjað, og tískil er viðgerðin ikki so dýr fyri hin einstaka. Hóast góða hjálp í Vietnam stóð hon ikki til at bjarga. Hon hevði skilið næsta dagin í Vietnam, og tey nærmastu høvdu samband við hana eina løtu. Síðani bleiv hon burtur og vaknaði ikki aftur. Nøkur av tykkum hava møtt hesi kvinnu, sum var ein sonn kempa. Eftir at vera flýdd undan neyðini í Vietnam, búsettist hon í Kambodja. Síðani hevur hon stovnað og leitt fleiri kirkjur umframt at hava forsyrgt sær og Davidi. Hon hevur altíð havt egna inntøku, tí annað hevur ikki verið møguligt. Sorgin er sjálvsagt stór. Eftir hana situr maðurin og fosturdóttirin, sum eitur Naomi. Naomi kom til teirra sum lítil og er nú 11 ára gomul. Eg vil við hesum eggja tykkum at hava familjuna og Naomi í tonkum og bønum tykkara.

Endi
Túrurin til Føroya var sera góður, og vit upplivdu nógv gott saman við tykkum. Virksemið í
Harrans víngarði her og í Føroyum heldur áfram, og havi eg við hesi heilsan greitt tykkum
frá, hvussu viðurskiftini eru her. Vónandi hava tit tað gott, og eg gleði meg at hoyra frá
tykkum.
Við heilsu frá 1 Kor. 15, 3-4
Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, v4 og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar,

Gleðiligar Páskir!
Ernst og Khem

Onnur tíðindi