Jólaheilsan úr Thailandi

Heimasíðan hevur fingið eina jólaheilsan frá Ernst og Khem úr Thailandi.

Jólaheilsan til Thailands vinir í Føroyum

Góðu vinir

Ein stutt heilsan við nógvum myndum frá jólahaldið okkara í kirkjuni.

Jólahaldið í kirkju okkara bleiv hildið 24. desember. Um morgunin var gudstænasta og seinnapartin varð skipað fyri spølum og gávu-útlutan. Uml. 180 fólk vóru til jólahaldið. Eftir gudstænastuna bleiv ein serlig gávuhandan skipað. Rís og annar matur blivu handaðar til uml. 35 familjur við serligum tørvi. Sum áður nevnt, so eru nógvar familjur illa fyri í ár vegna nógva regni í august. Vanliga eta tey sítt egna rís, men av tí at rísmarkinar fløddu í heyst bleiv einki at heysta hjá fleiri teirra og tí hava tey einki av sínum egna rísi at eta, men mugu keypa tað í handlunum. Tað eru langt frá øll, sum hava ráð at keypa til sítt egna forbrúk av rísi. Við peningi frá Barnaringinum bleiv rís og matur keyptur til hesar familjur. Takk fyri gávuna.

Gleðilig jól og eitt av Harranum vælsigna nýggjár.

Kærar heilsur

Ernst og Khem

[modula id=”6845″]

Similar Posts