Ungdómsmøti í kvøld
Ungdómsmøti byrjar nú aftur í tí nýggja árinum.
Vit byrja í kvøld kl. 20.00. Vit fáa vitjan av Svein Thomsen, av Strondum, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.
Sjálvandi verður eisini sangur, og so hugni eftir møti.
Øll frá 7 flokki og uppeftir er hjartaliga vælkomin.