Familjumøti í morgin

Í morgin kl. 17.00 verður familjumøti, sum samstundis er byrjanini uppá missiónsvikuna hjá okkum.

Familjumøti byrjar kl 17.00. Vit fáa vitjan av strandinum, sum koma at hava møti. Vit fáa at hoyra orðið frá Annelisu Rasmussen, ung koma at framføra ein leik og so fáa vit sangframførðslum frá nøkrum ungum dreingjum sum kalla seg Jassar. Eisini fara vit at syngja saman.

Innsavnan verður til sunnudagsskúla arbeiðið.

Aftaná møti verður ein náttverðabiti at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin á Familjumøti.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.