Blákross ungdómsmøti

Í annaðkvøld skipar Tofta-/Rituvíkar blákrossfelag fyri ungdómsmøtinum.

Byrja verður við døgverða, men her er tilmelding neyðug, men frá kl. 20.00 er øll hjartaliga vælkomin.

Vit fara at syngja saman, og so kemur Martin Kúrberg, sum kennir nógv til ungdóm, og serliga tey sum eru komin út í misnýslu av rúsdrekka og rúsevnum, at greiða frá sínum arbeiði, og hvussu vandamikið rúsdrekka og rúsevnir eru. Vit koma eisini at hoyra eitt Guðs orð.

Aftaná ungdómsmøti fáa vit øll eina góðan drekkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin á Blákross ungdómsmøti í annaðkvøld kl. 20.00.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.