Bønartúrur í Nes kommunu

Skipað verður fyri bønartúri í Nes kommunu fríggjakvøldið 8. febr. Tey ið ynskja at luttaka við í hesum átøki, verða biðin um at møta í missiónshúsinum fríggjadagin kl. 19.30.

Ætlanin er at ganga eftir høvuðsvegunum á Nesi, á Toftum og inni í Saltnesi, meðan biðið verður fyri øllum borgarum í kommununi.

Øll eru vælkomin at luttaka við.

Vegna stigtakararnar

Torleif Johannessen, sjómanstrúboðari

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.