Missiónsvikan – fríggjadagur

Nú eru vit longu komin til fríggjadag í missiónsvikuni. Møti verður aftur í annaðkvøld kl. 19.30.

Tey kvøldini sum eftir eru, frá í annaðkvøld og til sunnukvøldið, kemur sami talari at boða Guðs orð fyri okkum. Tað verður okkara egni sjómanstrúboðari, Torleif Johannesen.

Sangin í annaðkvøld koma 7 damur ella rættari møðgur at standa fyri. Hesar hava allar á ein ella annan hátt tilknýti til Argir. Spennandi verður at hoyra tær.

Bønarløta er sum vanligt kl. 07.00 og kl. 19.00.

Frá í annaðkvøld verður barnaansing

Verðið hjartaliga vælkomin á møti.

Similar Posts