Mikudagur

Myndir frá føðingardagshaldinum

Missiónshúsið hevði føðingardagin mikudagin. Tað eru longu gingin 25 ár, síðani núverandi missiónshús bleiv vígt til Guðs ríkis sag og arbeiði.

Hetta bleiv sjálvandi hátíðarhildi henda mikudagin 13 februar. Byrja var við døgverða kl. 18.00, møti kl. 19.30, og so eina góðan føðingardags drekkamunnu aftaná møti.

Til møti vóru tað lokalar kreftir sum luttóku. Tala frá Olgu Magnussen, og sangur frá Streingjakórinum og The Gadders.

Ein væleydnaður dagur, har vit kundu gleðast um eitt fullsett hús.

Myndir frá degnum kunnu síggjast við at trýsta her.

Similar Posts