Serligt Blákross vikuskifti – leygardagur

Tað sum kemur at eykenna hetta vikuskifti í missiónshúsinum er Blái Krossur.

Blái Krossur Føroya kemur at hava aðalfund og Landsfund í morgin og sunnudagin, so øll tey vanligu tiltøkini í missiónshúsinum bera brá av tí arbeiði sum Blái Krossur ger.

Byrja verður í morgin við aðalfundi kl. 14.00. Síðani verður ein spennandi pallborðsfundur kl. 15.30, har allir teir politisku flokkanir eru umboðaðir. Eisini verður sangur at hoyra í samband við pallborðsfundin, og kemur hann frá Sløkkiliðsmonnunum.

Kl. 20.00 verður Blákross ungdómsmøti. Vit fara at hoyra eitt Guðs orð, hoyra um arbeiði hjá Bláa Krossi, umframt at vit eisini fara at syngja saman. Eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltøkini.

Skráin fyri aðalfundin og Landsfundin hjá Bláa Krossi kann lesast her

Similar Posts