Serligt Blákross vikuskifti – sunnudagur

Tiltøkini í samband við Landsfundin hjá Bláa Krossi Føroya halda fram í morgin.

Sunnudagsskúli byrjar kl. 14.00. Her fáa vit vitjan av Tóru Norðgerð, sum kemur at hava bíbliusøgu. Barnakórið hjá okkum kemur at syngja, og so fara vit eisini at hoyra nakað um arbeiði hjá Bláa Krossi.
Eftir sunnudagsskúlan fáa børnini ballónir og sunkist.

Møti, sum í annaðkvøld verður eitt “syngi við” møti, byrjar kl. 18.00. Vit fáa vitjan av Harmonikuvinum, sum koma at spæla undir til góðan felagssang.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Skráin fyri Landsfundin hjá Bláa Krossi kann lesast her

Similar Posts