Basarur fyri Tabor

Leygardagin 30. mars 2019 kl. 18.00, verður basarur fyri Tabor, í fimleikahøllini í skúlanum.
Tikið verður ímóti lutum, fríggjakvøldi 29. mars frá kl. 18.00 í fimleikahøllini. Væntandi verður basarurin 3–4 tímar.

Í hesum sambandi er innbjóðing borin út til øll hús í kommununi. Hetta er samstundis ein ókeypis lutaseðil, til tveir vinningar. Eitt gávukort frá Atlantic Airways og eitt krov. Hesin lutaseðil er BERT galdandi, um havarin er til staðar, tá vinningarnir verða trektir. Í høllini kanst tú keypa fleiri lutaseðlar til hesar vinningar.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.