Presónar

Sjómanstrúboðarin til arbeiðis

Hvussu sær ein dagur hjá sjómanstrúboðaranum út? Vit fylgja Torleif Johannesen, sjómanstrúboðara, meðan hann vitjar umborð á skipunum Arctic Viking og Fosnakongen, hevur andakt á Glasir og vitjar sjómanskvinnuringin á Toftum.

Talan er um eina stuttsending á 23 minuttir, har vit fáa innlit í ein vanligan arbeiðsdag hjá sjómanstrúboðaranum, sum vitjar millum 300-400 skip og bátar árliga, av og eisini skip úti á fiskifeltinum. Hann vitjar eisini teir áleið 40 sjómanskvinnuringarnar kring landið og hevur møtir, andaktir o.a.

Sjómansmissiónin hevur eina virkna Facebook síðu, har ymiskt andaliga uppbyggiligt tilfar verður deilt umframt myndir frá vitjanum umborð á skipum og kunning um arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.

Sámal Jákup Jakobsen hevur tikið upp og sett saman stuttsendingina.

Filmurin kann síggjast her

Similar Posts