Andagtsbók

“Brosað, Guð elskar teg!”

”Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar” Róm. 5,8

Ein vanlig sjón í dag á skrivstovum hjá fyritøkum ella hjá reiðaríum er, at tá ið telduskermurin ikki verður nýttur, so er ein rullitekstur at síggja á skerminum við navninum hjá fyritøkuni ella hjá skipinum. Boðskapurin skal minna skrivstovufólkið á, hvat tey eiga at gera, ella hvønn tey arbeiða fyri.

Ein kristin kvinna, sum arbeiddi á skrivstovuni hjá eini missiónsrørslu, hevði eisini ein rullitekst á sínum telduskermi. Hvørja ferð, hon ikki nýtti skermin, so rullaði teksturin: “BROSA, GUD ELSKAR TEG!”

Teksturin minti hana á, hvat hon átti, hvør átti hana, og hvønn hon arbeiddi fyri.

Guð elskar teg, er besti boðskapur, ein menniskja kann fáa. Har, sum hesin boðskaur fær atgongd til hjørtuni, føðir hann gleði í hjørtunum, bros í andlitunum og lovsong á vørrunum.

Guð elskar teg! Hevur tú veruliga hoyrt tað, undrað teg yvir tað og takkað?

Guðs kærleika hevur tú als ikki uppiborið. Hann elskar teg ikki, tí tú ert so elskuligur. Hann elskar, tí. “Guð er kærleiki” 1. Jóh. 4,16

Grundin undir kærleika hansara til tín er ikki at finna í tínum lívi ella hjarta, – men í Guðs hjarta.

Er nakað veruligt prógv fyri, at Guð elskar teg?

Ja, Jesus. Hann er Guðs størsta kærleiksprógv til tín – til allan heimin.

Guð hongdi son sín á kross og læt hann bløða fyri allar heimsins syndir.
Hetta hendi, langt áðrenn tú vart føddur, áðrenn tú kundi venda um og trúgva á Jesus, áðrenn tú angraði syndirnar og baðst um fyrigeving.

Ja til Jesus, og eitt lív í dagligari eftirfylgjan av honum, er eitt ja til Guðs kærleika.

Tá ber leiðin heim í dýrdina, heim í teir ævigu bústaðir. Líkasæla fyri Jesusi er eitt nei til Guðs kærleika. Tá ber leiðin burtur frá Guði, út í myrkur og glatan.

Takka, brosa og syng lovsong – TI GUD ELSKAR TEG!

Eg eri glaður, Guðs orð sigur mær,
Jesus meg elskar og synd mínar bar;
Tó at mangt undrið har er mær talt,
Jesus meg elskar, er størri enn alt.
MS 743

 

 

Similar Posts