Krúndiamant

Stóri dagur í missiónshúsinum í morgun.

Tað er ein stórur brúdleypsdagur í kommununi í dag, og var brúðarparið tilstaðar í missiónshúsinum, til morgun kafffi í morgun.

Tað eru Judith og Mejnhardt Hansen av Nesi sum í dag hava krúndiamantbrúdleyp, sum er 65 ára brúdleypsdagur.

Sigast má, at tað eru ikki nógv sum koma at uppliva, at hava verði gift í 65 ár, og samstundis verða so væl fyri, at bæði tvey kundu verða við til eina hugnaliga løtu í missiónshúsinum í morgun.

Umframt henda stóra dag, so kom eisini vitjan úr skúlanum, har 3 flokkur sang fleiri sangir fyri okkum, og ljóðaði tað sera væl.

Her eru nakrar myndir frá í morgun.

[modula id=”6849″]

 

 

Similar Posts