Sunnudagsskúli og “vit syngja jólini inn”

Í morgin er 3 sunnudagur í advent, og vit bíða spent til jóla.

Sunnudagsskúli verður kl. 14.00 í morgin. Tá fara vit hoyra um Jósef, sum var tann sum Jesus hevði sum pápa her á jørð. Vit fara at hoyra um hvussu Jósef fekk boðini um at Jesus skjótt skuldi føðast.

Á møtinum, sum byrjar kl. 18.00, fara vit at “syngja jólini inn”. Tað verður nógvur felagssangur, umframt fleiri framførðslur.

Vit fara at hoyra Taborkórið, Petur Hans við familju, Lisa Andrea og Edna Mari o.o.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Similar Posts