Missiónsvikan 2020 – Sunnudagur.
Í morgin er so síðsti dagur á missiónsvikuni hesaferð.
Vit byrja kl. 11.00 við guðstænastu í Fríðrikskirkjuni. Tað verður Ovi Brim, prestur sum kemur at prædika, og altargongd verður eisini.
Kl. 15.00 verður sunnudagsskúli, har vit koma at hoyra um Josva, sum var eftirmaður Mósesar.
Bønarløta er kl. 18.30, og síðsta møti byrja so kl. 19.00.
Tað verður aðalskrivarin í Heimamissiónini, Andrias Magussen sum kemur at tala, og Taborkórið syngur.
Eisini verður innsavnan til Heimamissiónina.
Øll eru hjartaliga vælkomin.