Open doors

Ein øðrvísi bíbliutími

Mikukvøldið verður ein øðrvísi bíbliutími, tí tá fáa vit vitjan av umboði fyri Open Doors í Føroyum.

Open Doors er ein tvørkirkjuligur felagsskapur, sum hjálpir og kunnar um okkara brøður og systrar í Jesusi, sum verða forfylgd, fongsla, pínd, ja, enntá lata lív, fyri teirra trúgv á Jesus.

Hetta er ein felagsskapur sum hevur altjóða viðurkenning. Felagsskapurin ger á hvørjum árið ein lista yvir øll heimsins lond, har sagt verður frá hvussu tey kristnu hava tað í eimum ymisku londunum.

Bíbliutímin verður í salinum, og byrjar kl. 19.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Meira kann lesast um Open Doors á heimasíðuni www.opendoors.dk, hetta er tann danska síðan hjá felagsskapinum Open Doors.
Føroyska deildin fyri Open Doors hevur ein profil á facebook. Leita eftir “open doors føroyar”, og tú kemur inn á profilin.

Similar Posts