Øll tiltøk í Tabor avlýst henda mánaðin

Eftir tilmæli frá myndugleikunum hevur stýrið fyri missiónshúsið Tabor á Toftum avgjørt at avlýsa øll tiltøk í fyrsta umfari til og við sunnudagin 29.mars. 2020.

Stýrið metir, at tað er umráðandi, at vit í Tabor gera okkara til, at Corona-smittan ikki kemur at gera um seg í Føroyum.

Støðan er tíbetur ikki so hættislig sum í øðrum londum, og við fyribils at avlýsa almenn tiltøk, kunnu vit verja hvønannan.

Tó verður tað møguligt hjá øllum at ”stroyma” møtið komandi sunnukvøld 15.mars kl. 18.00. Vegna smittuvanda, er tað ikki møguligt at møta upp til sjálvt møtið, men heldur síggja tað umvegis netið á tabor.fo. ella á trubodin.fo. Á møtinum komandi sunnudag talar Andrias Magnussen, aðalskrivari.

Latið okkum ikki vera stúrin og óttafull, men seta okkara álit á Jesus!

Stýrið fyri missiónshúsið Tabor 

Similar Posts