Pól Johannesen

Møti í annaðkvøld á stroymingini.

Vit senda aftur møti í annaðkvøld á netinum. Byrja verður kl. 18.00

Eftir tilmæli 20.mars frá myndugleikunum, hevur stýrið fyri missiónshúsið Tabor á Toftum avgjørt framhaldandi at avlýsa øll tiltøk til og við 2.páskadag 13.apríl.

Men tað verður møguligt hjá øllum at ”stroyma” sunnukvøldsmøtini og møtini um páskahátíðina.

Komandi sunnukvøld 29.mars kl. 18.00 talar Pól Johannessen, trúboðari. Eisini luttekur Judith Johannessen við sangi.

Á møtinum komandi sunnukvøld verður eisini deyvatulkur, sum tulkar til tey, ið hava tørv á tí.

Vegna smittuvanda, er tað ikki møguligt at møta upp til møtini, men heldur síggja tey umvegis netið á tabor.fo ella á trubodin.fo.

Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk. Filip. 4, 6.

Stýrið fyri missiónshúsið Tabor

Similar Posts