Møtið pálmasunnudag 5.apríl kl. 18.00.

Eftir tilmæli 20.mars frá myndugleikunum, hevur stýrið fyri missiónshúsið Tabor á Toftum avgjørt framhaldandi at avlýsa øll tiltøk til og við 2.páskadag 13.apríl.

Men tað verður møguligt hjá øllum at “stroyma”sunnukvøldsmøtini og møtini um páksahátíðina.

Komandi sunnudag 5.apríl kl. 18.00, sum er pálmasunnudagur, talar Atli Rasmussen, Klaksvík. Eisini luttekur Jórun Pólsdóttir við sangi og spæli.

Á møtinum komandi sunnudag verður eisini deyvatulkur, sum tulkar til tey, ið hava tørv á tí.

Vegna smittuvanda, er tað framvegis ikki møguligt at møta upp til møtini, men heldur síggja tey umvegis netið á tabor.fo ella á trubodin.fo.

Jesus heilsar okkum øllum við orðunum “sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda”. Matt. 28, 20b.

Stýrið fyri missiónshúsið Tabor

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.