Páskamøtini á eystara armi á Skálafjørðinum

Eins og undanfarin verða páskamøtir á eystara armi á Skálafjørðinum. Tað eru missiónshúsini á Glyvrum, á Toftum og í Rituvík og bønhúsið í Søldarfirði skipa fyri.

Páskamøtini í ár verða øll í missiónshúsinum Tabor á Toftum.

Fyrsta møtið verður Langafríggjadag 10.apríl kl. 18.00. Á møtinum talar Sverri Steinhólm, prestur, og Jan Jacobsen og Jórun Pólsdóttir luttaka við sangi og spæli.

Páskadag 12.apríl kl. 18.00 talar Bergur D. Joensen, prestur, og Tummas Eivind Hansen syngur.

2.páskadag 13.apríl kl. 18.00 verður seinasta møtið um páskirnar. Á møtinum talar Krista Magnussen og heimligar sangkreftir luttaka.

Á páskamøtunum verður eisini deyvatulkur, sum tulkar til tey, ið hava tørv á tí.

Vegna smittuvanda, er tað framvegis ikki møguligt at møta upp tilmøtini, men heldur síggja tey umvegis netið á tabor.fo ella á trubodin.fo.

 Fyrireikararnir

Similar Posts